Skip to main content

Sjómenn í Reykjavík

 
 
Standmynd í havnini í Reykjavík, balsameraður fiskur, uppilagstir hvalabátar og svínabundni báturin Tjaldur við merkinum KG á stevninum (Myndir: Birgir Kruse)

Niðri við havnina í Reykjavík er reist standmynd, sum Ingi Gislason hevur gjørt á 80 ára degnum fyri Reykjvíkar havn í 1997, tá Sjómannadagar høvdu verið hildnir í 60 ár. Ein minnispláta er sett á standmyndina, sum siterar Sálma 9, ørindi 10 og 11, sum sigur: "Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, Harri." Hin týðingin sigur: "Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum; teir líta á teg, ið kenna títt navn, tí ikki tú sveikst teir, ið á teg heita, Harri!" Greitt er at tað er ikki bara í Føroyum at sjómannalívið byggir á Guðstrúnna. Longur úti liggja tveir av gomlu hvalabátunum, Hvalur 6 og 7. Teir báðir Hvalur 8 og 9 hava loyst og skotið nakað av stórhvali í seinastuni.