Skip to main content

Stay Safe!

Uppslag í ferðabóklingi og minnislepi á hotellinum. Les til dømis út fyri billykilinum, hvussu ein skal gera um mistonksom fólk nærkast bilinum (Mynd: Birgir Kruse)

Aldri áður havi eg sæð so nógv ávaringarskelti, sum í Orlando. Tað er ferðavinnan og aðrir almennir myndugleikar, ið ávarða um alt hugsandi brotsmannavirksemi og hvussu hin ferðandi skal sleppa undan hesum. So helst er neyðugt at taka boðini til eftirtektar. Men, knock knock, vit hava ikki sæð vinaligari fólk enn her. Ella í minsta lagi eins vinalig, og alla aðra staðni í USA. Mangan hava vit havt á munni, hvussu fyrimyndarliga fitt og væl vand amerikansk børn eru, hvørja ferð vit eta morgunmat á skiftandi hotellum. So púra ymiskt frá okkara heimlandi og Norðanlondum annars, har foreldrini ofta lova olmussu, tí børnini terrorisera hús, heim og vitjandi. Tað hendir ikki her. Hinvegin eru amerikansk børn skilliga partar í álvarsligum brotsgerðum. Fyrsta, vit sóu, tá vit komu til Florida, vóru seks uppsløg um burturflutt børn. Og í dagsins avís kundu vit lesa um thrill kills, sum tveir 17 ára gamlir næmingar úr góðum heimum høvdu ráðlagt á einum kristnum studentaskúla her. Teir skuldu vita, hvussu tað var at skjóta og myrða eina svarta gentu í sama flokki. Just for the thrill, sigur blaðið úr rættarsalinum. Rættuliga skakandi. So vit taka almennu ávaringarnar til okkara and stay safe.