Skip to main content

Uppreisn og Frumljós


150 ára dagur Gustav Mahlers er í dag. Hóast kulørtur, varð hann aldri avmyndaður í litum. Í 1974 gjørdi Ken Russel film um Mahler. Plakatin fyri juli í fjør er kveikt av litríka van Gogh


Miðskeiðis í sjeytiárunum sá eg ein film um Gustav Mahler (1860-1911). Filmin hevði hin avgjørdi og ikki sørt ørligi Ken Russel gjørt. Um sama mundið gjørdi hann film úr Tommy hjá The Who, og ævisøguligar filmarnar um Franz Liszt og Casanova.

Millum fremstu filmisku frásøgusnildini hjá Russel er, at vit øll brenna, til einki er eftir. Eftir eitt skakandi flammuhav, fer alt upp í royk. Men innan vit koma so langt eru tað eisini viðurskifti sum sex og átrúnaður, ið krýdda skapandi lívsleiðina. Tað sæst aftur í hansara filmum.

Eini tíggju ár eftir flammandi filmssýningarnar var ein amerikanskur handilsmaður á vitjan í Tivoli í Keypmannahavn. Helvtina av árinum legði hann verðsliga arbeiðið niður og tók dirigentstavin í hond at stjórna Aðru Symfoni hjá Gustav Mahler og einki annað. Við sær á ferðini hevði hann eitt fullmannað og -fíggjað symfoniorkestur, sum hann tók fram til høvið. Hugsi, at hesin sjáldsami maðurin kallaðist Gilbert Kaplan.

Hesir báðir persónar, Russel og Kaplan, góvu mær tað fatan, at her var nakað at heinta. At klassiskur tónleikur, eins og hjá Springsten og Williams, kundi fevna um menniskjansliga pínu og guddómliga undran, hvørt um annað. Báðir fingu meg í nærmasta handil at keypa Symfoni Nummar Tvey hjá Gustav Mahler, einastu klassisku plátu, ið eg eigi. Næstan í hvussu er.

Í dag fyllir upphavsmaðurin 150 ár. So á hesum degi kann eg ikki annað enn mæla lesarum til at tendra fyri Uppreisn og Frumljósi Mahlers. Og tað fooor frá!

Hugsið tykkum at hetta er ljóðsporið til ein film um Mikines, sum í vitloysi málar grindadráp á fortovskafé í París, meðan nasistarnir taka býin. Alt á einum baktjaldið, ið er ein heimlig sigligarferð til Mykinesar í tjúkkum summarmjørka, meðan William resiterar um deyðan, myrkrið og kossin, meðan alt er grátt - til tað ljósnar.

In real life ber eisini til at ferðast í fótafari Mahlers. Til dømis við Mahler’s Heavenly Retreats, sum sigur soleiðis:

Welcome to Mahler's Heavenly Retreats events. These events will enrich your understanding of the roots of Mahler's inspiration, revitalise your passion for the work of this great artist, provide a deeper insight into the environment where Mahler wrote his music and provide opportunities for new friendships and discussion.

Ein av stigtakarunum, Keith James Clarke, sigur “There is an evocative and dynamic relationship between Mahler's music and the particular 'places' where he composed his symphonies.”