Skip to main content

Við bluestoki til Chicago







Birgir og Hallstein í toki frá Cary til Chicago. Bluesklubbin Kingston Mines móti vegnum. Bilettlúkan. Linsey Alexsander við reyðum gittara. Linsey fer av pallinum og letur hann til tey, ið hava teknað seg. Amarikanskur og japanskur turistur royna gittaran við góðari eydnu á pallinum (Myndir: Unn og Birgir Kruse) 


Í býlinginum Lincoln Park í Chicago er gamli bluesklubbin Kingston Mines. Umhvørvið er eins og í gamla Jazzklubbanum í Havn í sjeytiárunum, óformelt, larmandi og eitt sindur óruddiligt. Hetta kvøldið var Linsey Alexander leiðari á pallinum. Hann legði fyri við egnum bólki og so sluppu fólk, sum høvdu teknað seg, framat. Teirra millum ung ferðafólk, sum til dømis ein ungur flower power amerikanari, sum tikin úr Monkees tíðini í sekstiárunum, og ein eins ungur japanskur ferðamaður, sum hevði elektriska gittaran við á ferðini. Meðan vinmaðurin spældi keyboard og gentan filmaði, rullaði hann seg út við frálíkum gittarspæli.