Skip to main content

Vælkomin í amerikanska hjartað!


- Vælkomin í amerikanska hjartað, The Heartland, og ikki minst American Suburbia, sigur ein smílandi Dorothy Miller, ið umboðar handalskamarið í Cary. Eina ferð um árið skipa tey fyri vælgerandi tiltaki at stuðla ungum lesandi, ið fara undir handilsliga útbúgving. Stuðulin verður veittur við at keypa atgongumerki. Gingið verður millum fýra heim, sum sýna urtagarðin fram. Á hvørjum staði er servering við tónleiki.

Fleiri norðbúgvar teljast millum tey, sum búgva her. Ein teirra, Preben Hammer, er av Borholm. Hann er limur í einum norskum fólkadansararingi. Tá hann hoyrir at vit eru úr Føroyum, fer hann upp at kvøða ‘Í øðrum londum, tey gera mat...’

Torben, ella Ben, sum hann kallast her, og Niels, sum ikki hava møtst áður, hava knappliga nógv í felag. Fyrrnevndi bornholmarin hevur bát og bjóðar sær til at sigla okkum eftir Michiganvatninum og til Chicago mánadagin. Hjartalig fólk, her in the Heartland.

Heimasíðan hjá Handilskamarinum í Cary sigur soleiðis um árliga tiltakið:

A unique collection of beautiful gardens will be on tour Saturday, July 17 during the Cary Grove Chamber of Commerce Annual Garden Walk. The spectacular event, which generally sells out, is the Chamber’s largest fundraiser of the year for the Scholarship Fund, which over the years has provided more than $20,000 in scholarship awards to local high school students.