Skip to main content

Houston, we have a photo!

Rúmdarmaður við KSC inngongdina. Uppslag í inngongdini. Gamlar rakettir (Myndir: Birgir Kruse)

Kennedy Space Center (KSC) er stutt frá Orlando, sum íður við tema parkum sum Disney World, Sea World og Universal Studios. Øll støðini draga barnafamiljur til sín og kosta hópin av pengum og longum bíðirøðum. - It will set you back some dollars, sum tey siga her. Bara Universal parkin kostar 84 dollar fyri ein vaksnan, meðan KSC kostar knapt helvtina, 41 dollars. Hin fyrra er ógvuliga avmarkað, meðan hin seinna saktans varir fimm tímar við góðum og spennandi innihaldi. Ein orsøkin at velja KSC er eisini at í USA er eydnast at skapa eitt egið brand kring rumdarferðir, sum eingin hevur nakað ilt at siga um. Hetta brand nemur um eina leið við tjóðskaparsinni, frælsi og framburð hjá hvørjum einstøkum borgara. Amerikanska samtykkið er stórt og eintýðugt, tá talan er um rumdarferðir og -gransking. Í so máta ein upplyftandi vertikal uppliving.