Skip to main content

Prát og forvitni

Prát og forvitni eyðkennir eina ferð í USA. Men send filminum Super Size Me ein vinaligan tanka, tá sølufólk lumpa teg (Mynd frá filminum)

Tá summarfrítíðin nærkast, og tú skalt taka støðu til, hvagar leiðin skal ganga, vigar USA tyngri enn Evropa. Orsøkin er at í Evropa eru fólk afturlatin og tosa ikki við fremmand, meðan fólk í USA práta og eru forvitin. Helst stavar hetta frá einum gomlum evropeiskum arvi, ið elvur til stirnaðan maktstruktur, eitt nú Jantelógina, og ræðslu fyri øllum fremmandum, meðan Amerika er so ungt, forvitið og opið. Her eru øll byrjað á sama nýggja støði, øll eru tilflytarar og nýbyggjarar. Summi, móti teirra vilja, og upprunafólkinum kostaði hvíta innrásin øll tilverurættindi. Men eisini hetta vilja amerikanar skifta orð um. Ja, tey ganga við ranguni úti. Bara tú steðgar eina løtu og hyggur í kortið, so er ein lokalur, sum spyr og vil hjálpa. Men mest er tað fyri forvitnið. At vita, hvaðan úr gamla heiminum tú ert. Hetta ger tað stuttligt og perspektivríkt at ferðast í USA. Og beinleiðis keðiligt og innilæst at ferðast í Evropa. Ein ferð skal verða út í heim. Ikki inn í teg sjálvan.

Eftir eina USA ferð er nógv at leggja sær í geyma til næstu ferð. Her eru nøkur notat, eg gjørdi á ferðini í ár:

Ansa eftir lokkandi tilboðum av uppgrade ella supersize slagnum. Her havi eg verið ov bláoygdur og amerikanarin ov góður seljari, tá eg leigaði ein bil frá National. Lít aldri á annað enn egnar royndir. Alt hitt verður ov dýrt. Í so máta eru mínar royndir bestar við at leiga bil frá Dollar. Tað geri eg aftur næstu ferð. Men angra einki. Tað oyðileggur bara feriuna. No regrets. Men send undir øllum umstøðum filminum Super Size Me ein vinaligan tanka. So er perspektivið uppá pláss.

Tá gisting umræður, er at brúka kupon hefti, sum mest. Beint av gøtuni og ikki bíleggja. Her er nógv at spara, hóast tú noyðist at drepa ein risastóran kakkerlakk á Days Inn í Montgomery.

Eru børn ikki við, so gloym alt um tema parkir. Tær eru alt ov dýrar og hitin ger tað ótolandi at standa í bíðrøð. Broadway show fyri vaksin eru enn dýrari. Avoid.

Tá umræður at eta, er at velja góð matstøð, har tú sært, hvat tað er, tú etir. Bara at velja amerikanskan konsummat, sum altíð er raspaður, leggur seg ov tungt á fleskið. Tað verður ov tungt at bera.

Og so havi eg havt alt ov nógv klæði við. Ikki brúkt ein brotpart av teimum. Shoppa heldur eitt sindur í Macy’s uppá eingang. Brúka ikki ov nógva tíð til tað. Her er ikki so bíligt, sum tú freistast til at halda, hóast dollarin er undir seks krónur.

Gev tær góðar stundir at svara, hvørja ferð onkur leggur upp til prát – og tað er ofta. Lær teg at lýsa Føroyar við endan á Golfstreyminum, stutt og greitt. Hav nýggjasta enska ferðabóklingin um Føroyar við.

Og fremst av øllum – skriva dagbók, antin sum blogg ella í bók. Í báðum førum er tað ein fortreyt, at ferðin er løgd væl rættis.