Skip to main content

Til Kina og aftur

Hotellið GEM SoHo. Italska matstovan S.P.Q.R. Ljósareyður Vespascootari og súkklur at leggja saman. Vegamótið Italia-Kina. Børn tekna í kinesiskari kirkju. Kinesiskur fiskamarknaður og McDonalds. Amerikanska og myanmarska flaggið síggjast nógva staðni. Standmynd av Konfucius. Lokali krambakallurin sigur okkum frá um lokala bjórið. Niðast ein gonga av Hara Krishna munkum, Hallstein til høgru og hotellið fyri framman (Myndir: Birgir Kruse)

So eru vit komin til New York. Skýggjað og passandi hiti. Hava skrivað okkum inn á GEM SoHo Hotel, sum er í millum SoHo og Little Italy á Manhattan. Gingu ein túr gjøgnum Mullberry Street í Little Italy, har vit ótu ein døgurðabita, panini, í rómverska ríkinum, S.P.Q.R. Um hornið, har Mullberry skarar Canal Street, byrjar Chinatown. Løgið, at ganga úr einum landi og inn í eitt annað, bara við eitt fótafet. Men soleiðis hava tey í nýggjum tíðum bygt land, her um leiðir. Undan tilflytarunum vóru sjálvandi indiánararnir, sum vit enn tann dag í dag verða mint um, ytst á Manhattannesinum, fyrsta staðnum, ið tók móti teim, ið komu higar, og í dag ferjulega, tá siglt verður til fransku frælsisgávuna til nýggja Amerika, the Statue of Liberty. Her er ein heilur heimur av kinesarum. Børn tekna, menn selja fisk, MacDonald's selir búff á kinesiskum og fólkslig amerikansk feløg flagga fyri Myanmar. Um hornið, heima við hotellið, er ein grønmetishandil, Whole Foods Market, sum eisini selir hópin av bjóri frá mikrobryggjaríum. Krambakallurin bjóðar okkum straks at smakka lokala bryggið Hoptical Illusion frá Blue Point Brewing Company á Long Island. Eftir smakkin møta vit fyri hotelldyrnum einum flokki av Hare Krishna munkum, sum syngja og spæla á harmoniku og trummur. Nei, tað var ikki ein hoptisk hvørvisjón. Soleiðis syngur hvør fuglur við sínum nevið í hesum lítla býarparti, til Kina og aftur, á Manhattan.