Skip to main content

Um fjørðin í annan heim

Myndir av ovastevnu 2010 (Myndir: Birgir Kruse)

Fáir høvuðsstaðir hava somu forrættindi, sum vit í Havn. Eftir fáum minuttum kunnu vit flyta okkum um fjørðin og verða í einum heilt øðrum umhvørvi - í Nólsoy. Umborð á Ternuni seldi Petur á Brekkuni ferðaseðlar til 5700 fólk, aftur og fram. Og so varð borðreitt til seytjandu ovastevnuna í Nólsoy. Fastur táttur er svimjing um fjørðin. Vinnari varð Erling Ejdesgaard. Guðrun Sundar Hansen bjóðaði honum og svimjarunum, teirra millum Jákupi Enni, til døgurða - og upp í hornið av Lívsins Vatni. Eftir setanina, undir Mikkjalsveggi, handaði Marin Katrina Frýdal steypini.