Skip to main content

Árbøkur um film - beint í postkassan!

Nýggju filmbøkurnar hjá Time Out og Leonard Maltin framman fyri Trap Danmark frá 1929. Enn er pappírsbókin ikki hótt. Dømi um ummæli av filminum Brief Encounter í bókini hjá Leonard Maltin og Time Out, og niðast í gomlu íslendsku Kvikmyndahandbókini. Klikk á myndina og les nærri (Myndir: Birgir Kruse)

So eru árbøkurnar aftur yvir okkum. Fyri mín part, verða filmsbøkurnar skiftar út í hesum døgum. Hóast Internet Movie Database, so haldi eg meg til bøkur úr pappíri. Ikki tí, tær finnast neyvan í føroyskum bókahandlum, men eru lættar og ódýrar at fáa frá Amazon, alt í einum klikki á heimatelduni.

Tollararnir hjá Posta eru ikki so tvørligir sum fyrr, so ein bóka- ella fløgupakki frá Amazon verður borðin beint í postkassan heima. Tað er jú tað, eg rindi fyri, tá bílagt verður á internetinum.

Fyrr varð neyðugt at fara heimanífrá, standa skúlarætt framman fyri tollarum á posthúsinum, greiða frá hvat hetta var og hví tú skuldi halda, at tú hevði rætt at fáa henda smápakka toll- og avgjaldsfríðan inn í Norðuratlantiska landið. Hetta er ein farin tíð og avbyrgdu Føroyar eru nú nærri altjóða samfelagnum, leysar av sjálvbestaltaðum tyrannum og skrankapávum. Takk til Posta!

Hóast e-bøkur og opnar dátustovnar sum IMDB, so leggur tú til merkis, hvussu ymiskar árbøkur eru, hóast tær lýsa sama, smala fakøki, í hesum føri film. Sum dømi fór eg at hyggja eftir bretska klassikaranum Brief Encounter og hvussu hann verður lýstur í árbókini hjá Leonard Maltin, í árbókini hjá Time Out og í gomlu íslendsku Kvimyndahandbókini frá 1984, sum hevur Leslie Halliwell sum fyrimynd. Hóast mær dámar filmin, eri eg samdur við øllum bókunum, tó tær sínámillum eru rættuliga ymsar á máli. Kontanti og avmáldi Maltin gevur stjørnur og tað ger hin nakað breiðara Time Out ikki. Árligi, afturvendandi ymiskleikin er spennandi á hesum smala fakbókaøki, sum nú verður borin í hvønn postkassa, sum bílagt hevur. Frálíkt!