Skip to main content

At lensa nýggjar myndir

Gamli Føroya Banki og Sjóvinnubankin eita nú BankNordik

Nú var aftur ein nýggj orðamynd. BankNordik. Fyrsta mynd, sum springur úr hesum nýyrði er Herbert Pundik. So eru vit í Politiken og Miðeysturi. Men, jødi ella ikki, tað kann ikki vera meiningin at leggja so langt frá landi við okkara banka. Lesi eg aftur um aftur, at knekka kotuna og lata upp fyri hesum nýggja orði, frá vinstru móti høgru, sum siður er í okkara vinstrastýrdu mentan, so hefti eg meg við fyrstu stavirnar Ban og royni so at gera eitt kvalifiserað git, við at kveita til høgru eftir seinastu stavunum, at fáa eina hóming av, hvat hesin rebus endar við. Í lesingini fái eg orðamyndina Bandik. Rímar óbegrípiliga væl uppá Banditt. Og so allar tær upplagdu ensku orðamyndirnar Tricky Dick og bara dick. Fyri ikki um at tala útlendsku deildirnar, eitt nú í Kolding. Fer hon at eita ehm Kolik? Hetta var ein stravin orðamynd. Men kanska er tað meiningin og styrkin í nýggja samleikanum, dikk ella ikki. Tá vit hava grinið okkum tóm og lensað allar hugfarsligar konti, stendur orðamyndin eftir. Sum ein Fønixfuglur, ið vit øll eiga. Livst, so spyrst.