25.9.10

Fólk á Heystframsýningini 2010


Nógv fólk kom til fernisering í Listahøllini á Skipasmiðjuni í dag, har 14 listafólk sýndu fram 111 verk. Tað eru Tórbjørn Olsen og Andrias Andreassen, ið hava skipað framsýningina, sum eg haldi vera stramma og ymiskliga. Listafólkini hava sjálvi hongt upp. Teir báðir, Tórbjørn og Andrias, tóku ímóti í durinum, við Esther hjá Olivuri í baksýni. Heðin M. Klein setti framsýningina við yrking, hann hevði skrivað til høvið. Síðani lósu Carl Jóhan Jensen og íslendski Einar Már Guðmundsson, sum vitjar her í sambandi við íslendskt mentanartiltak í Norðurlandahúsinum og Sjónleikarhúsinum. Millum tey vitjandi vóru Kinna Poulsen og Inger Smærup, sum ummæla myndlist og eisini reka hin virkna Listabloggin. Jón Magnus Joensen, sum skrivar kristnibøkur, fekk eg at posera millum Pièta og Getsemane. Og sum krúnan á verkið eydnaðist mær, eins og Fríðu Brekku, at koma á eina mynd saman við Ebbu Hentze, sum fyllir runt í dag. Til lukku!