Skip to main content

Four strong winds

Fýra lortar fyri durinum (Myndir: Birgir Kruse)

Hann mól av ymsum ættum, tá eg kom heim eftir loknan arbeiðsdag. Frá einum rokaðum arbeiðsborði við atlasi, globus og heimsins kortum framman fyri mær, møtti mær henda sjón í túninum. Fýra feskir, nýlagdir hundalortar av tí reydliga slagnum, fastir í skapi. Tá kann verðin verða verðin. Havi hug at sitera Perikles, sum Storm P spyr um heimsstøðuna: 'Hana havi eg onga meining um. Eg havi fingið eina flugu í eygað!'

Hundurin er menniskjans besti vinur, má eg sanna í lo(r)tinum í Tórsbyrgi. Spell, at hetta vinalag ikki røkkur til grannarnar. Á hvørjum horni hava vælmeinandi grannar lagt hundaposar, svartar lortaposar, til sama endamál. Mest av hesi somu orsøk havi eg ikki hund.

Spennandi at vita, hvussu leingi hesir fýra fara at liggja og hvør er hin fyrsti at traðka í ein teirra. Í fyrra umfari lógu samlittu lortarnir til teir tornaðu og løgdu seg niður millum flisarnar.

Síðst eg traðkaði í ein hundalort var á Skálatrøð. Tað var ein marshmallow-lortur. Les um upplivingina her

Á verðin, verðin!