25.9.10

Listafólk á Heystframsýningini 2010


Millum tey 111 verkini hjá teim 14 listafólkunum á Heystframsýningini dittaði eg mær at avmyndað nøkur, sum fullu mær væl. Hansina Iversen hevur tveir stórar málningar uttan heiti, men við spennandi skapi og markantum litum, reytt og grønt. Hanni Bjartalíð hevur aftur hesi smáu anarkistisku motivini við, sum hóast egin, eisini benda aftur á amerikanskan underground komikk. Eg haldi at tey eru so undirfundiga stuttlig, onkuntíð eisini í heitunum.Tummas Jákup Thomsen hevur gjørt innbjóðingina í stramt grafiskum prenti í klárum litum. Eisini her spæla tey ertandi heitini við í myndaevninum. Bárður Jákupsson er vorðin lættari og meiri gjøgnumskygdur, hóst bygnaður og myndaevni ikki eru broytt. Veggurin er settur saman undir heitinum Fuglakvæði. Andlitsmyndirnar hjá Tórbirni eru altíð spennandi, bæði í stroki og liti. Eisini tá Eyðun Johannessen situr fyri. Og so mátti eg taka eina mynd av Andriasi Andreassen, sum hevur gjørt uppskot til standmynd av monnum, sum júst eru komnir aftur av útróðuri. Verður uppskotið góðtikið, verður tað sett á lága tríkantin framman fyri Tryggingini á Kongabrúnni. Umframt portrett, er Tórbjørn eisini í gongd við religiøs motiv. Eg fekk Tórbjørn at standa fyri sýnum egnu málningum, fyrst Getsemane og síðani hinum meiri verðsliga málninginum av liggjandi kvinnu.