Skip to main content

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto)

Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum.

Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her, sum Gudmundur Gudmundsson sang í fimtiárunum. Í dag endaði jarðarferðin við hesum sangi.

Kjartan Stakksund hevði yrkt ein sálm til jarðarferðina. Hann er illa gongdur, so Svenning á Lofti rullaði hann í koyristóli úr Mizpa og oman brekkuna. Ervið var í Karmel, har Kjartan plagdi at prædika, og so eisini í EB húsinum, beint niðanfyri, har vit búðu.

Her er nógv broytt, vóru vit gomlu floksfelagar, Jóhan og eg, samdir um. Hann og Gunnjó borðreiddu við kaffi og køkum yviri í Gjógv, meðan vit tosaðu um gamlar skúladagar. Fyrr var ikki óvanligt at prestar gjørdu beinleiðis ónáðir, tá Brøðrasamkoman savnaðist úti. Og eftir kríggið var ikki orð fyri, hvussu óður Eiðisprestur var um alt, ið henda samkoma læs og prædikaði.

Hetta er ein farin tíð. Fólk, ið eftir mong ár vitja aftur í heimbygdini, plaga at brúka orðamyndina at koma aftur á kaldar steinar. Eftir henda dyrdardag á Eiði vil eg siga, at eg kom aftur á heitar steinar. Her livir og grør, eisini á átrúnaðarliga økinum. Í anda Símun Jóhans er sólin sett yvir enn einum góðum degi. Ærað verið minni um mín fremsta sunnudagsskúlalærara, Símun Jóhan Wolles.