17.10.10

Glotti í Brønshøj

Elisbeth og Sigurd á loftinum í Brønshøj, har Glotti hevur adressu. Elisbeth við Frimod og Berlingaranum, og Jógvan, sum heldur visittkortið hjá Glotta fram fyri kamera. Niðast sæst systursonurin Boas við systurdóttrini Silia (Myndir: Birgir Kruse)

Tað kundi verið eitt italskt navn, Glotti, men hinvegin kundi tað eisini verið føroyskt.

Kanska er tað bæði, tí í Brønshøj situr kreativa systurin Elisabeth og sniðgevur og skrivar greinar og hugskot til íbúðarbløð, so sum Boligliv, Boligmagasinet og Bo Bedre og vikubløðini Femina, Alt for Damerne og Hendes Verden, og ikki at gloyma føroyska tíðarritið Kvinna.

Á loftinum savnar Elisabeth nipsting til greinar. Í hesum føri hevur hon funnið eitt dádýr frá Royal Copenhagen, sum skal brúkst til jólagrein í Femina. Aftanfyri situr Sigurd við telduna.

Á niðaru myndunum, sum eru tiknar í stovuni framman fyri litfagra málninginum hjá Frimod Joensen av snellumonnum frá 1974, havi eg avmyndað Elisabeth við Berlingske Boligtillæg, har hon eigur høvuðsgreinina Et hus skabt til at vokse.

Í eini aðrari grein í sama blaði verður eitt tannáringa-kamar lýst. Tað dømið er úr egna kjallaranum, har Rasmus býr.

Og niðast sæst Boas við systrini Silia, sum varð fødd 18. august 2010. Foreldrini eru Benadikta og Sven Bergur, sum búgva í Vanløse.