Skip to main content

Øll eiga søgur innaní


Í sambandi við nýggju fløguna Let the dog drive home, havi eg spurt Teit Lassen, hvussu sangir hansara blíva til.

- Eg havi ein ógvuliga gamaldags máta at skriva sangir uppá, næstan klassiskan, sigur Teitur, sum er á konsertferð. - Eg kann spyrja teg, um tú hevur hug at siga mær eina søgu, sum hevur verið avgerandi í tínum lívi, og til dømis taka hana upp á ein bandupptakara, sigur Teitur í einum innleiðandi spurningi, sum fellir í samrøðu, umvegis Facebook.

- Øll menniskju hava søgur, sum tey bera uppá, søgur sum tey endurfortelja, tá ið tey møta onkrum fyri fyrstu ferð, okkurt sum fortelur nakað um tey. Tú hevur kanska lagt til merkis, tá tú ert á arbeiðsferð við onkrum vinmanni, at hann fortelur ta somu søguna hvørja ferð, ið tit møta onkrum nýggjum. Tað er tí, at hesar søgur fortelja okkurt týdningarmikið um persónin ella heimin. Hetta eru søgur, sum man velur í lívinum, tí søgan greiður frá tí, sum okkum tørvar. Tað eru hesar søgur, sum eg velji at gera til sangir. Tey sterku minnini. Man gloymur tey aldrin, sigur Teitur.

- Eg haldi, tað er herfrá at sangir í botn og grund koma frá. Sangir, sum yvirliva í hundrað ár. Fólkasangir, kvæði, countrysangir og eisini søguligir sangir. Av tí at søgurnar sjálvar finna framm og finna vegin út. At syngja tær, tað duga summi. Men øll eiga tær innaní, sigur Teitur.

- Tá eg so lurti eftir hugsaðu bandupptøkuni við tínari søgu, so skal eg taka støðu til, um eg haldi søguna vera góða. Hvat hon snýr seg um, um hon hevur nakað uppá seg og hvussu eg kann lýsa hana. So kann eg byrja at skriva ein sang, finna kontrastir í søguni og royna at gera útsetingar og leggja litir á hana, sigur Teitur at enda í Facebooksamrøðu í dag.

Jú, hann er ein góður málari, sum ferðast í orðum og tónum, hann Teitur.

Lesið ummælið av nýggju fløguni hjá Teiti Let the dog drive home.