Skip to main content

Nólsoyggin, óviðgjørd

Nólsoyggin óðviðgjørd í morgun (Myndir: Birgir Kruse)

Soleiðis sást Nólsoyggin úr køksvindeyganum í morgun, púra óviðgjørd og bara soleiðis sum myndatólið lat seg upp. Niðanfyri er sama motiv av Bukkewald og at enda úr heimaru Volgaravík, har uppi við Eystfalssker, har Boyggjafles onkuntíð sæst koma undan, men ikki í dag. Leggið merki til umhvarvið av teim trimum gæsnum til vinstru. Ei undur í at Nólsoyarmálarin, Steffan Danielsen, hevur verið so hugtikin av hesum litum og skapinum á Nólsoynni.