6.10.10

Nýggjur pallur fyri Uppkomarar á Kafé Kaspar

Jenný Kragesteen úr Tórsbyrgi og Rasmus Borðoy, samskipari, fara at framføra á Kafé Kaspar í kvøld (Mynd: Tutl)

Nógv hevur verið gjørt fyri at menna tónleikarar í Føroyum seinastu árini. Ikki kann sigast annað enn, at góð úrslit eru komin burturúr, tí í dag eru nógvir sera evnaríkir tónleikarar, sum meir og minni arbeiða burturav av við tónleiki, og fleiri ungir spírar eru væl á veg. Hesir tónleikaspírar verða í altjóða høpi kallaðir fyri Up coming artistar, og tað eru hesar, plátufelagið TUTL, í samstarv við Kafé Kaspar, ynskir at hjálpa á veg.

Í tíðindaskrivi sigur TUTL, at øll eru vit kunnug við, at tess meir ein framførur tess betur og vanari verður ein.

"TUTL hevur í góð tvey ár, skipa fyri ókeypis konsertum í handlinum á Káta Horninum, har m.a. Eisini Up coming artistar við stórari gleði hava framført. Við at geva óroyndu tónleikarunum ein kvøldarpall á hugnaligari kafé mitt í Havnini, halda vit, at ungu tónleikarnir veruliga kunna sleppa at royna seg. Vónandi verður hettar eisini við til, at eggja teimum at fínpussa snildirnar og hvør veit, um ikki fleiri stjørnuskot koma fram í ljósið.

Kafé Kaspar á Árvegnum, sum jú er uppkallað eftir Bakara Hansen, alias Georg Kaspar Hansen, vil leggja teirra sera snotisligu høli á Áarvegnum til hvørt mikukvøld. Tónleikarnir fáa harvið sera góðar umstøður at spæla, kanska teirra allar fyrstu veruligu live framførslu nakrantíð. Kafé Kaspar er við hesum enn einaferð við til, at ríka tónleikalívið í Føroyum. Tað er eisini Kafé Kaspar, ið skipar fyri árligu Singer/Song writer kappingini.

6. oktober kl 21:00 fara fyrstu Up coming artistarnir at spæla. Talan er um 17 ára gamla Rasmus Borðoy, sum eisini er samskipari av livekvøldunum, á gittar/klaver og sang, sum saman við javngomlu Jenný Kragesteen, sang, fara at framføra hetta kvøldið.

Uppkomarar, ið kundu hugsa sær at spælt ella bara vita meira, eru vælkomnir at venda sær til Rasmus Borðoy í TUTL: rasmus@navit.fo tlf.271462."