22.11.10

Deyðin á Facebook

Í realskúlanum á Oyrarbakka var ein skilagóður lærari, sum í føroyskum lærdi okkum at hava eina ironiska frástøðu til flest allar tekstir, og serliga boð frá vegleiðandi øvrigheitini í Havn. Hetta var langt innan postmodernaði stílurin, um aldri at taka nakað fyri fult, bleiv móti.

Ein dagin í 70’unum fóru vit at síggja Woytjek í høvuðsstaðnum. Ørminnist, at Olivur Næs, sum var høvuðsleikari, kvað upp í saman “Deyðin kemur, deyðin tekur øll!”, meðan hann, gangandi aftur og fram, snaraði kastinum í lívsins stóru spælidós á pallinum í Sjónleikarhúsinum.

Útvið fjøruti ár eftir leikin um Woytjek, er mangt broytt, tá um samskifti ræður. Við interneti og tráðleysum telefonum í hvørjum húsi, er sjálvsagt at andlát og jarðarferðir, fyrr ella seinni, gerast partar av samskiftinum.

Í einari lýsing í bløðunum fyrr í ár, varnaðist eg fyri fyrstu ferð, at Facebook-vinir fingu tøkk fyri sýnda samkenslu eftir andlát og jarðarferð. Tað var beiggi hin deyða, ið takkaði.

Eins og hjá Woytjek gongur lívsins ár og deyðin krevur sítt, enn sum áður. Hvat gera vit, tá ein Facebook-vinur doyr? Síggi, at summi senda eina posthuma heilsan við hjartatekni. Onnur eru helst kløkk og blaða víðari, sum um deyðin ikki røkkur hagar.

Eftir hin deyða, bloggari ella Facebook-vinur, stendur í fleiri førum nógvur tekstur og nógvar myndir úti í tykisheimi. Hvar fer alt hetta?

Leitaði eina løtu við orðunum í yvirskriftini og kom fram á eina tænastu hjá Facebook, sum tey rópa Boða frá vangamynd hjá einum persóni, ið er andaður.

Løgið at hugsa sær, at eisini deyðin hevur fingið heimarætt í markleysa tykisheimi.