28.11.10

Kúrekajamm í Havn


Innjbóðingin á ár fevnir um Jack Daniels og Pól F Joensen (Mynd: Birgir Kruse)

Leygarkvøldið møttust vit, tólv countryvinir, í Tórsbyrgi. Oddbjørn Vágslíð hevði funnið prentaðu Útvarpsskránna frá 1994, tá eg hevði ferðandi tónleikasendingina Kuffertið og spældi The Pan American við Hank Williams. Upptøkurnar, sum stavaðu frá 1949, hevði eg lánt frá Hera Dam, ið hevði keypt tær í Aberdeen, hagar Strandferðslan tá sigldi. Hank Williams-kennarin, Oddbjørn, ringdi fyri at hoyra hvussu eg hevði fingið fatur á hesum upptøkum. Hetta var fyrstu ferð vit tosaðu. Nú eru fimtan ár liðin.


Oddbjørn við tekstasavninum hjá Hank Williams og LP plátuni This Time við Waylon Jennings. Til vinstru Heri Dam og Sonhard Johannessen (Myndir: Birgir Kruse)

Hóast Hank Williams alla tíðina spøkir, tá vit møtast, var Waylon Jennings avtalaða høvuðsevnið í ár, bæði í tónleikavali, filmi, fyrilesturi og spurnarkapping.



Jóhan á Plógv, steinar úr garðinum hjá Waylon og Jóhan og Jón við innrammaða húsanum (Myndir: Birgir Kruse)

Jóhan á Plógv hevði fyrireikað spurnarkapping um hin fyrsta outlaw, Waylon Jennings. Kjak var um, hvørt David Allan Coe var hin fyrsti og hyvat slag av gittarum, teir brúktu. Jóhan lat eisini vinningin, eitt fýra dubult fløgusavn við Waylon Jennings. Frá avstralska útvarpsvinmanninum hjá Peturi Rouch, Tubby Dyer, fingu Jóhan og Jón Johannessen eina innrammaða mynd av víðagitnu Wanted The Outlaws frá 1976, at hanga í fjósið í Havnardali, har teir hava hestar. Mest sjáldsamu lutir vóru steinar, sum John Sigurd Joensen, kendur úr 66 liðnum hjá KÍ, hevði við sær heim úr garðinum hjá Waylon Jennings í Nashville.




Petur Rouch við fimm teimum bestu countryútgávunum í ár (Myndir: Birgir Kruse)

Fastur táttur er at hoyra, hvørjar fimm countryfløgur eru tær bestu í ár. Petur Rouch, sum hevur frálíku útvarpssendingina Rót & Rútma, leggur fram, spælir ljóðbrot og grundgevur við fyndugum orðum fyri fimm teimum bestu. Í ár hevði hann tikið tvær eykafløgur við - við vertinum í huga, sum hann segði. Tí vóru nummar seks og sjey, Robert Plant við Band of Joy og Tom Jones við Praise & Blame.

Fimm tær bestu hjá Peturi í ár vóru:

Jamey Johnson "The Guitar Song"
Secret Sisters
Willie Nelson "Country Music"
Mark Chesnutt "Outlaw"
Rhonda Vincent "Taken"

Mest áhugaverda helt eg fløguna við Secret Sisters vera. Tað er T Bone Burnett, sum hevur skipa fyri útgávuni. Tær ljóða sum Skeeter Davis og systur hennara fyri meir enn hálvari øld síðani. Stílurin er týðuliga retro. Og so frættist at Mark Chesnutt kanska kemur higar at hava konsert. Hann er ein av fremstu ungu, men siðbundnu countrysangarum, sum eru frammi.








Ragnar, Milson, Sonhard, Beinir og Jóhan spæla. Á næstniðastu myndini er tað Jóhan, sum sæst til vinstru. Hin til høgru er ein annar. Á niðastu myndini lurta Jóhan og Jón eftir Peturi, sum sigur frá um Waylon (Myndir: Birgir Kruse)

Dagurin byrjaði við felagssangi og samanspæli klokkan 17. Frá Nikolinu av Kamarinum hevði eg fingið enska tekstin til Lívið, sum dóttur hennara hevði umsett og sum Ragnar í Vík hevði vant, so sangurin gekk sum eftir ánni. Umframt Hank Williams á føroyskum, hoyrdu vit eisini Blue Side of Lonesome í íslendskari týðing, Hótel Sorg. Tað er beint við síðuna av Borg, you know.

Næstu ferð møtast vit hjá Peturi og kanska verður avstralski útvarpsmaðurin Tubby Dyer við. Hann ger sendingina Bar B Q Country og skal gera upptøkur á hetlendsku oynni Burra, har Thomas Fraser-festivalur er hesa ársins tíð. Tað er abbasonurin Karl Simpson, sum skipar fyri og hevur givið út eina rúgvu av upptøkum við Thomas Fraser, sum doyði í 1978, bara 50 ára gamal. Meðan Simpson hevur runnið marathon í Havn, hevur Tubby Dyer gjørt føroyskar sendingar í avstralska útvarpinum, har hann m.a. hevur spælt Hall Joensen.