12.11.10

Stríðsepli



So var aftur eitt loyniligt kort við duldum boðskapi borið í hvørt hús, eins og kristiliga kortið upp undir síðsta løgtingsval. Í vanligum føri er tað so, at alt samskifti er treytað av vitan um avsendara og ætlan hansara. So viga vit og koma til eina persónliga niðurstøðu, sum vit, alt eftir boðunum, kunnu deila við onnur og taka støðu útfrá. So er ikki í hesum føri. Tað ber ikki til, tá postmaðurin gongur ørindi fyri huldufólk, eins og dulnevnd lesarabrøv í bløðunum. Samstundis eru nýbornu boðin so torskild, at ilt er at meta um tey og yvirhøvur taka lut í hesum kjakuppleggi, sum heldur er eitt stríðsepli, eins og kristiliga kortið, ið tó var heldur greiðari, sum sæst omanfyri. Á Netstaðnum Manningin er skjótt at staðfesta, at avsendarin helst er hin sami, sum í 2008 sendi kristiliga kortið í hvørt hús. Á netstaðnum er samgongan í Tórshavnar kommunu eisini viðgjørd. Og tá vit eru liðug at hagreiða møguliga innihaldið í aktuella útborna kortinum, og teir leysu pástandir, sum har eru um ætt og almenn størv, so kunnu vit trætast um yvirskriftina í hesum bloggi - stríðsepli. Er tað eitt jarðepli ella eitt súrepli? Tosar tú danskt ella tosar tú føroyskt? Og avsendarin, sum frø(ð)ist í felag ella einingi, er hann í Vancouver í USA ella Kanada ella á samnevndu oynni? Nei, ikki er tað lætt at verða pottaður vinnurekandi føroyingur í Norðuramerika, hava nokk av læntum peningi, vera óður inn á tað almenna, búgva í Havn og samstundis bera svartan politikara undir belti. Spyrst, so livst.