21.12.10

At tendra ljós í myrkri


Bjarni Prior, lærari á Tekniska Skúla í Havn, greiðir frá um verkætlanina í Rumenia. Á niðaru myndin síggjast næmingar og lærarar til arbeiðis í Rumenia: aftast til vinstru: Gunnar, Anton, Tummas Marni, Tummas Albert, Torvald, Hans Óli, Tommy, Rói, Heri, Bjarni og Benny. Í fremru røð eru Høgni, Martin, Rói og Allan

Upplýsing er lyklaorðið á heimsins skúlum, bæði í Føroyum og Rumenia. Vit eru í ársins myrkastu tíð, men skjótt verður stytsti dagur og so er aftur ljósari. Myrkastu tilveru í Evropa hevur rómafólkið í Eysturevropa. Flestu teirra búgva í Rumenia. Tíggju næmingar av Tekniska skúla í Havn brúktu tíggju dagar í mars at smíða og leggja vatn inn hjá vesælum rómahúskjum í bygdini Spantau við Donauánna, dygst við Bulgarska markið, har suðri í Rumenia.

Birgir Kruse, Dimmalætting 21. desember 2010
Lærlingar á fimta stigi á maskindeildini skuldu røkka teirra fakligu krøvum á ein annarleiðis hátt. Tað hevði lærarin Bjarni Prior sett sær fyri, tá lærlingarnir og tríggir lærarar, Bjarni og Tummas Marni Joensen av Maskindeildini, og Benny Nielsen av Timburdeildini, fóru avstað í mars í ár.

"Umframt at hava sýnt góð, faklig avrik, komu teir nakað skelkaðir aftur, men sum heilskaptari menniskju," sigur Bjarni, ið var verkætlanarleiðari. Vetrarvitjanin í Rumenia fekk fylgjur fyri teir, ið kundu merkjast heilt inn í floksstovuna.

Setti spor og flutti fokus

"Eg mátti tvinga teir at síggja burtur frá ferðini, tá vit vóru heima aftur og skuldu fylgja tímatalvuni," sigur Bjarni, ið er sannførdur um at teir náddu endamálinum, ið var at næmingarnir skuldu megna at liva undir kargum umstøðum og fáa allar teknisku avbjóðingarnar loystar.

"Tað eydnaðist at broyta vanligu námsferðina til eitt breiðari og meiri mennandi tiltak, har nakað greitt fakligt og menniskjansligt liggur eftir, og at eitt heilt serligt samband skaptist millum næmingarnar."

Út um øll mørk

Næmingarnir eru samdir um, at teir kundu gera stóran mun í Rumenia. "Her skal einki til at vit kunnu gera mun, tey hava jú einki," sigur ein teirra, Hans Óli Højgaard, í sjónvarpssendingini "Út um øll mørk." Hann var lærlingur hjá Nomatek og lesur nú til verkfrøðing. "Hetta er tað ringasta eg havi sæð. Mann fær rættuliga ilt fyri hjartað. Eg trúði ikki at nakar í Verðini livdi soleiðis," sigur hann í einum broti.

"Mín uppliving var heilt vist, at verkætlanin gav dreingjunum nakað djúpt at hugsa um. Nakað, ið elvdi til, at teir funnu út av, hvussu gott teir høvdu tað heima," sigur Høgni Jacobsen av Dokumentardeildini í Kringvarpinum, sum var við í Rumenia, at gera ein film um verkætlanina. "Teir sóu hvussu ringt menniskju aðrastaðni kunnu hava tað. Serliga legði eg til merkis, tá ið vit søgdu farvæl, hvussu rørdir fleiri av hesum dreingjum vóru og hvussu teir aftaná søgdu setningar sum "Hetta gav mær nakað at hugsa um" og "Eg eri nógv broyttur eftir sjey døgum".

Ein dreingjadreymur gongur út

"Satt at siga var hetta ein dreingjadreymur hjá mær sjálvum, at fáa hesa uppgávu," sigur Bjarni Prior. Eftir at hava leitað á netinum, verið í sambandi við Uttanríkistænastuna og kannað altskyns hjálparfelagsskapir, alt til fánýtis, fekk Bjarni loyvi frá leiðsluni at átaka sær júst hesa uppgávuna í Rumenia.

Saman við starvsfelaganum Magna á Lakjuni tóku teir upp samband við Tummas Juul Askham og rumenska prestin Daniel Banu og valdu eitt øki, har fakliga arbeiðið kom til góða nyttu. "Soleiðis fingu vit samband við júst hesa bygdina og uppgávuna, sum var at leggja vatn inn í hús. Tá vit komu fram vóru nógvar aðrar handverksuppgávur, so sum at tetta og seta vindeygu í. Vit tóku av, tí vit vildu gera okkurt arbeiði úti í heimi, sum umframt at vera fakliga í lagi, eisini var ein menniskjanslig uppliving, sum gjørdi mun."

Næmingarnir og lærararnir ferðaðust um Keypmannahavn, Wien og Budapest til Bukarest. "Fyrstu og síðstu náttina gistu vit á góðum hotelli, og eina nátt svóvu vit á skrivstovuni hjá Lundin Software, mitt í Bukarest, og arbeiðsdagarnar svóvu vit á loftinum hjá prestinum, sum sýnd okkum framúr gestablídni."

Stuðul og góðynski

Verkætlanarleiðarin og næmingarnir settu seg í samband við eina røð at fyritøkum at fáa stuðul og eftir eina greiða framløgu, gjørdist Statoil Føroyar høvusstuðul. "Síðani komu Føroya Tele og sjálvt sunnudagsskúlin í Sandavági, sum hevði savnað fitt av peningi til verkætlanina," sigur Bjarni og vísur stoltur fram ein langan lista við fyritøkum og einstaklingum, ið hava stuðlað.

Á skúlanum mutaði eingin næmingur ímóti at fara so langt avstað at lúka pensum og lesa kravdu tímarnar. "Tvørturímóti vórðu næmingarnir so braneggjaðir, at hvør teirra vildi leggja 2000 krónur í verkætlanina, um tað stóð á at fíggja. Men stuðulin var so mikið góður, at hetta bleiv ikki neyðugt," sigur Bjarni, sum undirstrikar, at hvørki næmingar ella skúli hevði nakað útlegg og at næmingarnir rindaðu sjálvir fyri lummapengar.

Fingu bjóða gentu

"Fólk á staðnum, serliga presturin, hjálpti okkum so nógv, at har bar ikki til at villast. Men ymsa mentanin kann blíva ein forðing, serliga tá talan er um leiklutin hjá kvinnuni í rómanska samfelagnum. Kvinnan ger alt arbeiðið, ikki bara heima, men eisini hart arbeiði úti. Í kavaroki fór konan at lempa mold í veitina, sum vit høvdu grivið til eina vatnleiðing. Tað hildu næmingarnir verða so ópassandi, at teir straks tóku yvir og funnu seg ikki í hesum púra skeiva arbeiðsbýti, har konan, mamman, hevur allar uppgávur um hendi, bæði inni og úti," sigur Bjarni.

Mest skakandi mentanarligi samanstoyturin var, tá næmingarnir fingu bjóða eina dóttur at sova hjá, í húsunum, har teir upprunaliga høvdu fingið innivist, teir dagar arbeiðast skuldi í Spantau.

"Tað leyp hvøkk á føroysku næmingarnar, og eg bleiv so paff av hesi óvæntaðu vinatænastu, at eg á staðnum gjørdi av at onnur loysn mátti finnast, tí næmingarnir noktaðu so púra at sova í rómabygdini. Teir sluppu so ístaðin at sova á loftinum í einum úthúsi hjá presti, uttan hita, vask og wc" sigur Bjarni eitt sindur lotur og tekur í eina aðra líknandi søgu, har mentaninar rendu saman.

"Tá teir skúmaðu og tettu loftið í einu húsunum í bygdini, var ein genta við og lýsti við lykt fyri teimum. Pápin stóð niðri undir og rópti upp í saman, til gentan kendi seg noydda at gera tilnermilsir til hin eina dreingin. Tá lupu allir á dyr, við skúmi og amboðum, og komu ikki aftur í hesi húsini. Tá hevði verið gott við einum tulki."

Armóð og nógv børn

"Eg havi varhugan av, at í dag er rómafólkið meiri tilvitað um skúlagongd og teirra egnu støðu sum fólk, serliga tey, sum eru undir 25 ára aldur," sigur Bjarni, sum eins og næmingarnir og hinir lærararnir, er vísur í at einki annað enn armóð er fíggindin hjá hesum fólki, sum býr undir so ringum umstøðum.

"Armóðin forðar fyri so nógvum smáum viðurskiftum í tí dagliga. Børnini skulu rinda fyri buss, bara at koma í skúla, og tað er ein nóg stór forðing. Men flestu foreldrini eru villug at lata børnini ganga í skúla, og velja at síggja skúlan sum nakað gott, hóast fleiri tilkomin hvørki duga at lesa ella skriva."

Flestu rómafólk liva frá hondini í munnin og hava nógvar munnar at metta. Hvønn dag er uppgávan at nøkta tann tørv, tey hava, her og nú.

Nógv børn, kanska tíggju, eru í flestu húsum. Hetta hongur aftur saman við at Ceausescu hevði tokka til stórar familjur, ið rindaðu lægri skatt, enn tær við fáum børnum. Átrúnaður hevur eisni elvt til at fyribyrging ikki verður brúkt. "Tey tyktust hava eina vón um, at í hvussu er ein úr barnaskaranum kundi lívbjarga familjuni," sigur Bjarni, sum sigur eina sólskynssøgu úr Bukarest.

Slapp í skúla fyri 800 kr

"Ein kvinnuligur lærari vísti okkum inn í eini hús hjá eini rómafamilju við trimum dreingjum, har hin yngsti var nógv happaður, tí hann luktaði so illa. Ikki tí, húsini vóru væl hildin og livilig, so her var ikki nógv handverksarbeiði at gera", greiðir Bjarni frá.

Hesin yngsti sonurin, sum gekk í øðrum flokki, hevði vunnið eina kapping sum besti næmingur í lokalu PISA kanningini í Bukarest. Hann var 8 ára gamal og tók sær av øllum samskifti, skriving og rokning, fyri tey fimm í húsunum, tí hann var hin einasti, ið dugdi hesi kynstur, sum eru so sjálvsøgd hjá okkum.

Gigi, kallaðist hann, men hann hevði eitt annað kristið navn, hóst hann hvørki var doyptur, ella hevði navnabræv. Júst hetta gjørdi, at hann ikki slapp at halda fram í skúla, tí hann ikki var skrivaður inn í almennu skipanina.

"Eg spurdi meg fyri, hvat tað kostaði at loysa henda fyrisitingaliga trupulleika. 800 krónur var svarið. Eg rindaði upphæddina í hondina á læraranum og seinni frætti eg, at nú var alt í lagi, og Gigi kundi halda fram í skúla."

Ferðafrágreiðing

Næmingarnir hava trúliga skrivað dagbók á ferðini, har einasta treytin var, at einu arbeiðsvikuna kundu teir ferðast, uttan at tað tyngdi skúlan og at eitt avtalað fakligt innihald skuldi vera í verkætlanini.

"Tað er vorðið til eitt menniskjansligt innihald eisini, so vit hava fingið tvey fyri eitt, bæði fakligt innihald og menniskjansliga nyttu, og í triðja lagi eitt ótrúligt respons frá fólki," sigur Bjarni, vælnøgdur.

Havið tulk við

Spurdur, um hann hevur nøkur ráð til tey, sum ætlað sær eina tílíka ferð, sigur Bjarni at føroyskur tulkur, sum dugir bæði málini, føroyskt og rumenskt, má vera við.

"Og so eitt sum Tummas Juul lærdi meg: Setið tykkum væl inn í mentanina á staðnum. Lovið ikki ov nógv, tá tit koma á staðið. Ansið eftir, tá spurningurin er "Please, help me" og svarað verður "Yes, I will come by later". Tað kann gerast óunnuligt at verða ov blíður. Setið mørk og verið greið, hóast umstøðurnar krevja at hvør einstakur er opin og fleksibul."

Vit fara aftur til Rumenia

"Jú, vit fara aftur til Rumenia," sigur verkætlanarleiðarin avgjørdur. "Hesa ferð er bygdin Jebel, sunnanfyri Timisoara, har uppreisturin í 1989 elvdi til at Ceausescu og konan vórðu sett frá og tikin av døgum. Í Jebel býr ein føroyingur, Willy Olsen, ið er giftur har. Hann verður okkara tulkur og millummaður í næstu verkætlan", sigur Bjarni, sum upplýsir, at deildin Stíl og Snið eisini verður við. Verkætlanin fer at snúgva seg um at læra kvinnur á staðnum at seyma við maskinu, meðan Maskindeildin skal gera ábøtur á hús og bygningar í Jebel.

Dagbókin frá ferðini endar við hesum orðum: "Samanumtikið kann sigast, at næmingarnir veruliga upplivdu, at sjálvsøgd ting í teirra heimliga umhvørvi, als ikki er ein sjálvfylgja allastaðni - og langt í frá tí. Man kann tí siga, at henda námsferðin, hevur ment teir líka so nógv menniskjansliga sum fakliga, og á henda hátt medvirka til, at gera teir til tann "heila" handverkaran, sum heimurin krevur í okkara tíð. "Júst hetta fer framvegis at vera okkara mál," sigur Bjarni Prior at enda.

Birgir Kruse, Dimmalætting 21. desember 2010