30.12.10

Filmsprát við árslok

Ewan McGregor í The Ghost Writer

Hvør var besti filmur í 2010? Tann spurning sendi Eyðun á Sosialinum herfyri. “At síggja film í almenna rúminum er blivið so avmarkað” var mítt fyrsta svar, tí Havnar Bio, sum er einasti biografurin, vísir ikki teir filmar, eg oftast síggi. Teir eru á útlendskum sjónvarps- og filmsrásum, ella heima á DVDfilmi, keyptur frá Amazon.

Filmsýningar eru sum fótbóltur. Tað er ein almenn samkoma, har vit av fríum huga loysa bilett og møtast á jøvnum føti at kjakast, og afturvendandi staðfesta, at eingin dystur er betri enn hin seinasti. Í dag er almenna føroyska filmsrúmið eksproprierað. Hvør einstakur má leita upp og finna sína filmsuppliving.

Millum teir filmar, eg havi sæð til almenna føroyska sýning, eru tríggir, sum eru verdir at nevna. Tveir við Leonardo di Caprio Inception og Shutter Island, og ársins Polanskifilmur The Ghost Writer. Eg velji hendan seinasta. Orsøkin er at hetta er ein klassisk og elegant nøtrisøga, ið snýr seg um at skriva fyri onnur, og knappliga verða vundin inn í eina aðra søgu, sum ein heilt annar hevur pallsett og skrivað. Praktfull søga, sum eg taki til mín og fái nógv burturúr. Og so er henda filmaða søgan ikki so kompleks, sum hinar báðar. Her verður orðafellið hoyr um ein annan, hygg um teg sjálvan vent á høvdið. Boðskapurin í filmaðu søguni er heldur at læra seg at lesa millum reglurnar. Í hvussu er, um ein vil vera hulduhøvundur, sum er fyndarorð, tikið úr álinju orðabókini hjá Sprotanum.

PISA-kanningin bendir á, at føroyskir næmingar duga ov illa at lesa millum reglurnar. Kanska skulu teir ganga meir í biograf. Í skúlamyrkrinum kundi heilafimleikur verið nýggj kognitiv disiplin.

Leonard Proxauf í Das Weisse Band

Fara vit inn í privata rúmið, so mann týski Michael Haneke vera upphavið til mest spennandi filmin, eg sá í ár. Das Weisse Band – Eine deutsche Kindergeschichte er heitið á søguni, sum er so gamaldags, at hon er strikað av í svørtum og hvítum og hevur ein turrisligan frásøgumann, ið var vitni til tað heila. Tað er óroyndi bygdalærarin, sum nú er gamal og roynir at greiða tíðina, sum er undan fyrra verðaldarbardaga.

Myndamaðurin er Christian Berger, ið bendir eins nógv til Bergman og navnið. Ein heilt serligur gimsteinur á løriftinum er eisini 14 ára gamli Leonard Proxauf, ið er hin knýtti Martin, sum sæst í endanum á hesum brellbita.

Das Weisse Band far meg at hugsa um søguna hjá Günter Grass Die Blechtrommel, sum Volker Schlöndorff gjørdi til film í 1979. Ein dagin í 80’unum beyð Pauli Nielsen okkum frustreraðu læraraskúlanæmingum í Sjónleikarhúsið at síggja henda filmin. Tað eri eg takksamur fyri. Onkursvegna leggur hesin nýggjari og stiliseraði filmurin seg í kjalarvørrin á fría og eldra litfilminum, í eini roynd at gera greitt, hvussu uppvaksandi ættarliðið, fyrst í tjúgindu øld, kundi tyktast og bendast at lýða boð og ordrar frá eini forstokkaðari yvirvøld. Úrslitið kundi staðfestast stutt eftir: fyrri og síðani seinni verðaldarbardagi. Tulkingin er mín, skal sigast.

Og nú ynskja fólk at síggja Klovn – The Movie. Almenni biografurin vísir ikki filmin og kjakbólkurin á Facebook, ið setti fram ynski um at síggja filmin, er teptur av potensierandi og sjávinistiskum monnum. Í so máta er kjakið um føroysku biografstøðuna einki annarleiðis, enn tann støða, sum verður lýst í Das Weisse Band. Einki er nýtt undir sólini.


John Wayne og Jeff Bridges í True Grit í 1969 og 2010

Men einki nýtt, kann eisini verða gott nýtt. 17. februar í nýggja árinum vísir Havnar Bio True Grit, sum er remake av fjøruti ára gamla John Wayne filminum við sama navni, sum Cohen-brøðurnir hava sett í nýtt ljós. Sig so tað.

Gott nýggjár, við ynski um nógvar góðar filmar í nýggja árinum!