Skip to main content

Fýra ferðir fýra




Undir heitinum Fýra ferðir fýra møttust vit gomlu skúlafelagar, Martin, Hans, Jóhan Petur og eg, úti hjá Hansi á Norðasta horni. Tað gera vit aldri uttan skrá. Fýrakantaða heitið skuldi takast bókstaviliga. Alt skal ganga upp í fýra og hava ein kant, bæði borðtalur og spurnarkapping. Fyri ikki um at tala kantutu flatarnir hjá Fridu Zachariasen. Men avfall á vetri er ikki gott fyri blits og myndatól. Tað er sjón fyri søgn, sum sæst ovast. Myndin er tikin uttanfyri Bowlinghøllina á Hálsi, sum er einsti rundleitti partur á skránni, kúlurnar altso. Ikki nýgivnu kærleikskúlurnar, men tær marglittu bowlingkúlurnar, hjá hugfarsligu fyrimyndini - Lebowski.



Meðan hann kavaði av møkum, borðreiddi Hans við turrum fiski, nýkókaðum eplum og spiki frá Jóhan Peturi. Um kvøldið, eftir bowling, gongutúr og ølsmakking, gjørdi Hans døgurða, ið smakkaði so væl, at bara forrætturin bleiv avmyndaður. Avtalaðu borðrøðurnar høvdu so hvassan kant, at ilt var at lata vera við at blanda seg uppí, heilt frá heimspekinginum Kant, til Teir syngjandi Fýra. Kanska var tað fremsta orsøkin til at kulottusteikin ikki bleiv avmyndað.



Tá vit fýra møtast er bowling ein fastur táttur á skránni. Og so ganga vit ein túr at fáa rúm og luft fyri eini Fab Four ølsmakking, afturvið The Beatles. Afturvið Flying frá Magical Mystery Tour og annars Abbey Road, vóru hesi fýra øl-merkini roynd: San Miguel, Miller Genuine Draft, Newcastle Brown Ale og The Old Speckled Hen. Fýra ymisk sløg, ið øll smakkaðu væl og tær síðstnevndu høvdu ein góðan jólalit.



Søgan hjá Dirch Passer og Kjeld Petersen um gomlu skúlafelagarnar, sum møtast og fara púra skeivir, hvør av øðrum, er ein klassikari, sum vit javnan leggja undir nálina á plátuspælaranum. Grámálaði fílurin, við síðuna av Philips plátuspælaranum, er gjørdur í smíðtímunum hjá Sjúrði Poulsen á Venjingarskúlanum. Umframt at vit allir smíðaðu ein tílíkan, gjørdi Hans, denn knassi, tveir stórar háttalarar, sum enn ljóða eins gott og tá. Frontpanelið er tikið av og hómast til vinstru.



Tveir fýrakantaðir plátuhúsar við klassiskum innihaldi. Í ovara førinum If I Can Dream í originala Elvis-húsanum og í niðara førinum fimta LP-plátan hjá donsku Gasolin', har teir syngja og spæla Fatherless Hill, sum nýggi filmurin Submarino hevur gjørt kendan aftur. Ein stuttligur dagur - við kava!