Skip to main content

Gev mær eina uppliving!




Næmingar av fýra deildum á Tekniska skúla í Havn bygdu og reistu jólabýin heysthálvuna í 2008. Síðani síggjast seks av teim átjan næmingunum av Træ- og El-deildini á Tekniska skúla í Havn, sum bygdu sláturhúsið í Dímun, aftast frá vinstru: Gudmund Nordbúð, Jógvan Rói Davidsen, Bárður Johannesen og Andrias Jacobsen, lærari. Fremst frá vinstru: Hjalti Olsen, Helga Guttesen og Tróndur Fríði Tróndarson Magni á Lakjuni, økisleiðiari, við talvuna á skrivstovuni á Tekniska skúla, har verkætlanir verða samskipaðar. Jógvan Rói Davidsen var SIT-næmingur á Tekniska skúla í Havn, tá tey bygdu jólabýin og sláturhúsið í Dímun. Nú er hann í læru sum timburmaður hjá Húsavarðatænastuni í Havn. (Myndir: Páll Árni A. Berg)

Á verkstaðnum arbeiða næmingarnir uppá ein bil. “Rætt mær skiftilykilin,” sigur eini næmingurin við hin. “Her,” er svarið. “Og oljuna,” sigur ein annar. “Rætt mær so eina uppliving,” sigur triði næmingurin, sum stendur undur bilinum og starir eftir oljustráluni, ið rennur burtur. Hinir næmingarnir steðga á, hyggja og undrast. “Hvat meinar tú við?”

“Læra er so mangt,” sigur Magni á Lakjuni, sum er økisleiðari á Tekniska skúlanum í Havn. “Men tá vit eftirmeta eina verkætlan er tað altíð sjálv upplivingin, ið stendur klárast eftir í minninum hjá næmingunum. Og kanska ger hon tað fyri lívið, upplivingin. Tí vil eg halda, at læring og uppliving eiga, sovítt tað ber til, at hanga saman í skúlanum og øllum teim lærutilgongongdum, sum har eru.”

Tá næmingarnir á Tekniska skúla í Havn skuldu gera tornið á kirkjuni í jólabýnum, skuldu vinklar og groypingar passa. Tá er umráðandi, at støddfrøðin er í lagi. “So síggja tey knappliga eina meining í støddfrøðini, har geometri, Pythagoras, sinus og cosinus eru kravd læruevni, tá tílíkar verkætlanir verða gjørdar,” sigur Magni og strikar undir, at teori og praksis skulu hanga saman. “Tá vit náa hesi sannkenning, styrkist motivatiónin hjá næmingum at læra. Og síðani ber væl til at leita sær enn meira vitan innan økið og alla tíðina at víðka sær sjónarringin. Hetta er miðdepilin í eini góðari lærutilgongd,” sigur Magni á Lakjuni.

Jólabýurin

Næmingar á Tekniska skúla hava bygt og smíðað jólabýin, sum er í gamla kommunuskúlagarði á Vaglinum í Havn. Hetta eru triðu jólini at Tórshavnar kommuna kann klæða miðbýin í jólaskrúð, so stór og smá kunnu ganga millum smáu hugnaligu húsini og sølubúðirnar, og ikki minst hvítu kirkjuna við teim rættu og snøggu groypingunum.

Fýra deildir á skúlanum fóru undir verkætlanina á heysti 2008 og lukkutíð hevur lidni jólabýurin øll hesi árini fingið eitt ásjónligt pláss, mitt í býnum. “Tað hevur stóran týdning, at næmingaavrik síggjast aftur og gera nyttu,” sigur Magni, ið er fegin um ta vælvild, kommunan hevur sýnt verkætlanini.

Timburarbeiðið gjørdu átjan fyrstaárs SIT-næmingar og fyrstaárs lærlingar, sum allir vóru nýggir í træfakinum. Millum SIT-næmingarnar hetta árið, taldist Jógvan Rói Davidsen.

Tólv klædnaatstøðingar seymaðu pútir og gardinur. Tær tólv dekoreraðu og málaðu húsini innan og uttan.

Fjúrtan SIT-næmingar, sum gingu fyrsta árið á El-deildini, gjørdu allar el-installasjónir og nakað av programmeraðum elektronikki, so umframt at øll ljósini lýsa, so hoyrast kirkjuklokkurnar eisini ringja hvønn tíma, eins og jólaevangeliið verður lisið nakrar ferðir um dagin.

Veðurhanan og aðrar smærri lutir í jólabýnum gjørdu næmingar á Metall-deildini.

Sláturhúsið í Dímun

Í fjør byrjaði heysthálvan á Tekniska skúla í Havn við eini sjáldsamari verkætlan. Minsta og helst mest avbyrgda búpláss í landinum, Stóra Dímun, skuldi byggja nýtt sláturhús eftir almennum forskriftum.

Træ- og El-deildin á skúlanum tók av hesi sjáldsamu avbjóðing.

Í tvær vikur skuldu tíggju SIT-næmingar, sum á øðrum ári gingu á Træ-deildini, innrætta sláturhúsið. Tey arbeiddu í Dímun eina viku í part, seks og fýra næmingar hvørja ferðina. Sláturhúsið skuldi eisini hava vindmyllu og her hjálptu átta næmingar av El-deildini til at seta mylluna upp.
Jógvan Rói Davidsen, sum nú gekk annað árið á Træ-deildini, var eisini við í Dímun.

Samband millum teori og praksis

“Báðar verkætlanirnar vóru sera spennandi og gevandi í fleiri mátar. Jólabýurin gav mær eitt gott tekniskt innlit við ymiskum smáum detaljum, meðan sláturhúsið var meira innrætting, so sum plátuarbeiði, arbeiði við gipsi og at isolerða bygningin,” sigur Jógvan Rói og vísir á sambandið millum teori og praksis.

“At fara frá tekniborði til eitt liðugt úrslit, sum samantvinnar ymisk fak, er sera gevandi. Tú sært samanhangin millum teori og praktiskt arbeiði og fært innlit í onnur økir eisini,” sigur Jógvan Rói og nevnir samanhaldið millum næmingar og lærarar á skúlanum.

“Samanhaldið styrktist og á tann hátt vit fingu øll nógv gott burturúr,” sigur Jógvan Rói, sum minnist gleðina, tá jólabýurin, eftir fýra stravnar vikur, var liðugur og stóð klárur at brúka til endamálið. “Tá fóru vit øll, næmingar og lærarar, eini 50 tilsamans, ein túr at bowla og síðani at eta. Tað var ein góð kensla,” sigur Jógvan Rói, ið nú er í læru sum timburmaður hjá Húsavarðatænastuni í Havn.

Verkætlanir á skúlanum

Magni á Lakjuni, økisleiðari á skúlanum, hevur í báðum førum verið verkætlanarleiðari. “Í tílíkum verkætlanum er umráðandi, at disiplinirnar verða gjøgnumførdar og torleikakrøvini eru til staðar og hóskandi til næmingarnar,” sigur Magni, sum vísir á at hesar verkætlanir eisini seta stór krøv til lærarar á Tekniska skúla.

Á Tekniska skúla í Havn, og á Skúlaheimunum, eru um 65 ársverk. Á skúlanum eru umleið 300 ársnæmingar, men skúlin hevur knýti til ikki færri enn 560 lærlingar og næmingar.

Undirvísing er í fleiri hallum í Smiðjugerði og í niðastu hædd á Skúlaheiminum. Meðan bíðað verður eftir nýggja, stóra Skúladeplinum við Marknagil, verður hvør krókur brúktur til undirvísing, verkstøð og fyrisiting.

“Innan hesar fjølbroyttu og onkustaðni improviseraðu karmar, skulu lærarar undirvísa uppá ymiskar mátar, fyri øllum flokkinum, í bólkum og við einstakligum, “ sigur Magni, ið hevur heft seg við, at í hvørjum flokki eru altíð næmingum, ið eru ymsir av lyndi, og sum alla tíðina eiga at fáa røttu avbjóðingina frá læraranum.

Ymiskleiki millum næmingar

Magni hevur eina hugsan um at í einum flokki er stórur ymiskleiki, bæði í lyndi og tá umræður læring. Hetta setir stór krøv til læraran. “Kanska kunnu vit finna nakrar høvuðsbólkur, um vit hugsa soleiðis um ymiskleikan millum næmingarnar í skúlastovuni. Hin kreativi næmingurin, sum fær góð hugskot og helst vil broyta okkurt ávegis. Hin hugsunarsami næmingurin, sum bremsar hinum kreativa, tí hann heldur seg aftur, og vil í størri mun analysera arbeiðið. Hin arbeiðssami næmingurin, sum bara vil sleppa í gongd beinanvegin. Hin trygdarsøkjandi miðsavnarin, sum tryggjar at alt er ílagi og klárt til næsta dag. Hin dovni, sum eisini hevur nógvar góðar síður, men helst vil sleppa undan at gera alt ov nógv. Eg haldi at hesir næmingar eru teir mest eyðkendu í hvørjum skúlaflokki,” sigur Magni, sum ger vart við tann stóra týdning, ymiskleikin hevur í verkætlanararbeiðnum.

“Lærarar mugu leggja undirvísingina væl til rættis, hava gott yvirlit, skulu vegleiða og finna loysnir, kunna geva svar innan fakið og ofta finna svar á spurningum, sum eru uttanfyri egna fakøkið, serliga tá fleiri lærugreinar verða flættaðar saman, sum til dømis matematikkin í kirkjutorninum í jólabýnum,” sigur Magni, sum í undirvísingini hevur fingið eygað á, hvussu ymiskt næmingar kunnu læra.

“Onkur næmingur lærir best, tá hann sær lutirnar og amboðini, onkur við at hoyra tað fortalt og onnur læra best, tá tey gera tað ítøkiliga arbeiðið. Í verkætlanum nema næmingar við allar hesar tríggjar læruhættir og tískil er motivatiónin oftast hægri og innlæringin betri,” sigur Magni, ið er fegin um at arbeiða við verkætlanum, sum umframt at lúka fakligu krøvini, eisini síggjast aftur og gera nyttu í samfelagnum.

“Á Tekniska skúla i Havn er umráðandi at næmingarnir fáa eina kenslu og uppliving av tí veruliga lívinum, har verkætlanir eru gerandiskostur,” sigur Magni.

“Umráðandi er at vit kunnu arbeiða saman, at røkka einum felags máli. Somuleiðis er umráðandi at vit skilja hvør annan og fáa samstarv í lag. Læring fer fram bæði her í skúlastovuni, í ítøkiliga virkseminum, í reflekterandi løtum og í viðurskiftum við onnur. Læring er ein tilgongd, sum varir alt lívið,” sigur Magni.

Sig mær eina søgu, og eg skal royna at minnast hana. Vís mær eina mynd, og kanska minnist eg hana. Gev mær eina uppliving, og eg skal aldri gloyma hana!

“Tá vit tosað um verkætlanir, er tað oftani hesin seinasti setningurin, omanfyri, ið stendur eftir hjá næmingunum. Upplivingin verður so sterk og lívsjáttandi, at allar forðingar, sum annars kunnu vera inni í skúlastovuni, eru burtur. Vit, sum fáast við læring í dag, mugu síggja til at skapa bestu sambond millum tað, sum fyrr varð nevnt bókligt og verkligt. Ein syntesa av hesum báðum viðurskiftum, er stórsta avbjóðingin hjá okkum í dag,” sigur Magni á Lakjuni, sum er økisleiðari á Tekniska skúla í Havn.

Nýggjar verkætlanir

Á tekniborðinum hevur hann eina nýggja verkætlan, sum kanska fer at knýta skúlan tættari at norðurlendskum sambondum. “Henda verkætlanin, sum enn er loynilig, fer at geva okkum annarleiðis avbjóðingar og fer at seta heilt nýggj krøv um samstarv við okkara norðurlendsku grannalond,” sigur Magni at enda.

Jú, hetta er ein spennandi skúli, sum á øllum økjum ger seg út til at møta framtíðini og at geva næmingum tey bestu tilboðini.

Birgir Kruse Dimmalætting 8. desember 2010