17.12.10

Loftfim vøra í fólksins tænastu




Greinahøvundurin á brandskeiði við Oyggjarvegin í Havn, har uppgávan var at sløkkja eitt brennandi sjónvarp (Myndir: Gundur Mortensen)

Starvsblaðið desember 2010: Eftir ársskiftið fer Føroya fyrsti public service-sáttmáli at virka. Sáttmálin skal leggja lunnar undir eitt Kringvarp, sum virkar í fólksins tænastu, er fíggjað við almennum pengum og óheft av handilsligum áhugamálum

Birgir Kruse
birk@email.fo

Sagt verður ofta í spølni, at einki er sum kríggj og porno. Umframt at tey seta nýggj og óvæntað krøv, fáa tey nýggjan pening at rulla og elva púra óforvarandi til úrslit, eingin visti um. Marknaðarkreftir, kalla tey slíkt. Ótamdar marknaðarkreftir.

Millum tey mongu jaligu úrslitini í kjalarvørrinum av hesum báðum óunnuligu tættum, kríggi og porno, kunnu nevnast transistorurin, sum trokaði gomlu rørini av marknaðinum, kvinnurnar, sum fóru út at arbeiða í kúlu- og bumbuídnaðinum og elvdu til at ungdómurin bleiv heimleysur og fann seg sjálvan aftur í nýggjum miðlum, og at sattelittar, internet og gjaldskort spruttu fram og gjørdist hvørs mans ogn, álinju.

Egið og útlendskt

Tað er í hesum tíðarbili, tíðini eftir kríggið, at vit fáa Útvarp Føroya, sum er grundarsteinurin undir Kringvarpi Føroya. Útvarpið, sum kom í 1957, hevur frá fyrsta degi sent egið tilfar á føroyskum, meðan Sjónvarpið, ið kom til sum almennur stovnur í 1984, frá fyrsta degi endurvarpaði danskt tilfar.

Hesar báðar mentanir, at gera egið tilfar og at endursenda útlendskt tilfar til føroyska brúkaran, liggja til grund fyri samansjóðaða Kringvarpinum, sum umframt Kringvarpslóg, nú skal virka eftir einum tríára public service sáttmála.

Virksemi og raðfestingar

Vit kunnu siga, at Útvarpið og Sjónvarpið altíð hava verið public service miðlar, uttan at eitt skjal millum arbeiðsgevara og -takara hevur ásett avtaluna og virksemið.

Mong ár eru liðin, síðani fyrsti almenni miðlastjórin hevði sum mantra, at miðil hansara tryggjaði føroyskt fólkaræði. Heimildin at siga so, hevur so ikki verið til staðar fyrr enn nú henda avtala er gjørd um vøruna, so vit, ið rinda gildið, fáa eina ábending um innihald og hvussu raðfest verður.

At tryggja fólkaræði

Í innganginum í public service avtaluni samtykkja undirskrivandi partarnir, at Kringvarpið hevur stóran týdning fyri fólkaræði í landinum, tí stovnurin í virksemi sínum varpar ljós á og elvir til kjak um samfelagsviðurskifti.

Tað eru Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna og Martin Næs, deildarstjóri, ið skriva undir fyri Mentamálaráðið og Rúni Heinesen, stýrisformaður og Annika Mittún Jacobsen, stjóri, ið skriva undir fyri Kringvarpið.

Hvørt Kringvarpið tryggjar okkum hesa loftfimu vøru, fólkaræði, verður altíð ein meting, hildin upp móti tí kringvarpsgjaldi, vit sjálvi, rík ella fátøk, lata, og so hvat aðrir miðlar, fingu teir høvið, kundu givið okkum fyri somu upphædd.

Politiska skipanin vil so ikki lata eitt oyra til henda stovn, sum øll løgtingsins umboðsfólk siga tryggja fólkaræðisligu førleikarnar. Ein løgin politisk sannkenning, sum public service miðilin sjálvur neyvan fer at taka upp yvirfyri arbeiðsgevaranum. Tað liggur líkasum ikki í kortunum.

Eftir stendur at fólkaræði livir bara í tí kjaki, sum fólkið sjálvt kann rúma og skapa. Hóast vit hava mist Fimmara, Fólksins Rødd, Máltráðin og gomlu V4 sendingina, verður redaksjonella Kringvarpsuppgávan, so ella so, at fáa eina endurspegling av hesum kjaki setta á skránna.

Endamálið við public service

Ilt er at skilmarka loftfima evnið við enska heitinum public service. Lukkutíð hava vit eitt livandi og liðiligt móðurmál. Í undirvísing og í bók havi eg dittað mær at kalla evnið almannavarp.

Longu í sáttmálainnganginum verður roynt at skilmarka almannavarpið við hesari støðu- og uppgávulýsing:

“Stovnurin bindur seg til at tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk umvegis sjónvarp, útvarp, alnet og líknandi miðlar. Sendingarnar skulu m.a. fevna um tíðindaflutning, upplýsing, mentan og undirhald, herundir eisini sendingar til børn og ung.

Somuleiðis skal Kringvarp Føroya sum gluggi virka fyri, at føroyska tjóðin gerst betur før fyri at skilja heimssamfelagið og liva í og saman við tí. Eisini skulu altjóða ásetingar um eitt nú rættindi hjá teimum brekaðu og javnstøðuatlit í samfelagnum havast í huga í almenna kringvarps¬virk-seminum”.

Heimildin at gera ein tílíkan sáttmála er at finna í grein 11 í galdandi kringvarpslóg, har ein landsstýrismaður, sum umboð fyri land og fólk, sleppir at taka evnið upp í løgtinginum og við støði í kjakinum, sum vónandi verður, at gera ein endaligan sáttmála. Hava vit ein skilgóðan landstýrismann ella kvinnu, so eru útlitini góð at fáa ein eins skilagóðan sáttmála. Men sum kunnugt skulu tveir partar til at dansa tango og skriva undir sáttmálar, og ikki minst at røkja teir.

Kringvarpssáttmálin fevnir um 11 blaðsíður. Miðskeiðis í sáttmálanum verður staðfest, hvat Kringvarpið sum public service stovnur í størstan mun skal tryggja lurtarum, lesarum og hyggjarum. Miðlaða innihaldið skal vera

• óheft av seráhugamálum
• fjølbroytt og margfalt
• viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsing annars
• veita brúkaranum atgongd til týðandi upplýsingar og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti
• venda sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar og til ein størri skara
• geva brúkaranum gott innlit
• vera dygdargott

Hesi stikkorð geva eina greiða ábending um, hvat public service er, ikki bara í okkara samfelag við Kringvarpinum sum hevdvunnum dømi, men eisini í øllum heimi, har public service hevur verið ein setningur og atferðarleistur í knappa øld.

Kritikkur og sjálfitni

Men eg skal skunda mær at siga, at úti í heimi hava tey virknan kritikk og hvassar ummælarar í journalistiska umhvørvinum. Tað hava vit ikki í Føroyum. Tí stendur sjeynda og seinasta postulátið omanfyri og flaggar óneyðuga tóm-reytt fyri óðum føroyskum tarvum.

Tað, sum er longst frá public service hugtakinum, er at vera sjálvfeitur. At Kringvarpið sjálvt og í einingi setir sær fyri at vera dygdargott, er gott. Óluksáliga gott. Men, gott í tykkum, havið hesa virðismeting innanveggja saman við HR-mennaranum og latið ummælarar, sum eru óheftir av seráhugamálum, gera hasa metingina. Alt annað tekur støðið undan fólkaræðisliga tankanum um almannavarp, forðar fyri dialektikki og skeiklar perspektivið hjá journalistiska reportaranum úti á feltinum.

Fýra dømi úr sáttmálanum

Hyggja vit í sundurgreinaðu økini í sáttmálanum, eru fýra evni, ið hava mín áhuga, tá umræður public service skyldur, sum Kringvarpið hevur átikið sær í komandi tríáraskeiði. Mest tí, at tey leypa í eyguni og í onkrum føri bera boð um eina margháttliga støðu innanveggja í Kringvarpinum.

Móðurmálið

Í fyrsta lagi verður móðurmálið raðfest og lyfti verður givið um at Kringvarpið skal ikki bara orða ein greiðan málpolitikk, men eisini í útvendum virki hava ein málpolitikk, sum mennir málið, soleiðis at brúkarin upplivir rætt og lætt skilligt mál, ið er livandi í almenna rúminum.

Aðalmálið hjá Kringvarpinum er í hesum parti av sáttmálanum sett at verða, at allar egnar sendingar eru á góðum føroyskum máli. Tað var ein rappsending fyri børn úr skúlanum við Løgmannabreyt ikki. Men kanska endurspeglaði hon bara almenna føroyska rúmið, sum fer so illa við sínum egna máli.

Tvær redaksjónir

Í øðrum lagi undrist eg yvir at tað skal verða ein orða raðfesting í hesum sáttmála at samanlagdi almannamiðilin, sum vit øll rinda og lurta eftir, nú skal lesast sundur og hava tvær redaksjónir. Og nú stendur mínsann í minsta lagi tvær redaksjónir. Eg sigi bara Gudforbarmi seg. Komið til innihaldið, heldur enn at dyrka innatómu skipanina, sum rekur burtur tað vit og skil, ið kundi verðið savnað í okkara niðurpínda tíðindalandi.

Yrkislærdur láglønarbólkur

Í triðja lagi hvøkki eg við, tá eg undir bókmentum kann lesa, at fiksjónsupplesarar í Kringvarpinum skulu vera yrkislærdir sjónleikarar. Á næstu blaðsíðu stendur at lesa, at teknmálstulking av sjónvarpstíðindum skal verða gjørd í seinasta lagi dagin eftir. Her er greitt at almannavarpið letur seg trýsta av áhugabólkum, í hvussu er í størri mun enn av felagnum Føroysk Miðlafólk, sum eingi sjónlig krøv hevur fingið eftirlíkað í fyrsta føroyska public service sáttmála.

Orðið ‘yrkislærd’ kemur bara fyri hesa einu ferðina og als ikki í sambandi við journalistiska handverkið, ræddarligan ella málsligan førleika. Tað er ein gomul vittigheit, at starvslýsingar í danska almannavarpinum altíð endaðu við orðunum: “Ansættelse forudsætter tilfredstillende aflagt mikrofonprøve”. Kanska er tað happandi at siga so í dag, men at krógva journalistiska grundhandverkið í fyrsta føroyska public service sáttmálanum, samstundis sum man gongur ørindi fyri privatáhugamál sum hesi bæði, er ikki skilagott.

Útlendskir granskarar hava sagt, at íroknað gamalsovjettiskar býir í fjarlegd, eru Føroyar tað land í heiminum, sum á journalistiskum arbeiðsplássum hava tey fæstu við journalistiskari útbúgving.

Kann vera, at Starvsmannafelagið og Kringvarpsleiðslan eru samd um eitt so lágt lønarlag fyri henda fakbólk, at tað er orsøkin til at journalistar siga, at prísurin fyri at verða sosialt útstoyttur í nærumhvørvinum er lægri enn fólk brýggja seg um. Tí leita tey sær onnur størv. Úrslitið er at journalistisk arbeiðspláss í Føroyum ikki standa í fakligum blóma. Og sum ítróttajournalistar turrisligani plaga at siga: “Hetta er nýtt, persónligt met!”

Óbrúkt skúlastova

Í fjórða lagi hefti eg meg við táttin undirvísing, har sagt verður at Kringvarpið kann taka upp samstarv við undirvísingarverkið. Hetta ljóðar spennandi. Havi sjálvur undirvíst á miðlabreyt og veit, hvør styrki liggur í ungum skúlanæmingum at gera fyndugar sendingar, bara onkur leggur teimum lag á. Og so skal eg heilsa og siga at inni í nýggja Vitanarstovninum, ið deilir høli við Mentamálaráðið, har stendur ein óbrúkt sendistova við Neumannmikrofon, sum hevur gylta membran. Tað skulu góðar røddir at handfara slíka mikrofon. Men so leingi hon stendur órørd, hoyrist einki.

Verður eitt skúlasamstarv skipað við Kringvarpið, og verður Kringvarpssavnið latið upp, so er ikki endi á hvussu spennandi hesin miðil kann blíva. Eisini á eini alternativari rás.

Í okkara tænastu

Avbjóðingin er at fremja avrik og skapa samtykki í fólkinum, sum eigur fólksliga almannamiðilin Kringvarp Føroya. Tað er í okkara tænastu at tit hvønn morgun tendra fyri ljósinum, vinkla og skriva og lesa. Flestu okkara vita bara ikki av tí, og soleiðis skal tað vera.

Public service skal fara um landið sum ein fólkaræðisligur andi, sprottin úr einum Buñuel filmi, sum eingin reiðiliga skilti fyrr enn langt aftaná. Kanska tá val verður næstu ferð. Soleiðis er fólkaræði og ein sannur almannamiðil. Tey virka á undursaman hátt.

Í meðan er Føroya fyrsti public service sáttmáli eitt gott stig á eini ítøkiligari avriksleið. Til lukku og góða eydnu, nú sáttmálin fær gildi!

Starvsblaðið desember 2010

Birgir Kruse (f.1957) er ritstjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Hann er útbúgvin lærari við pedagogiskari diplomútbúgving í samskifti. Birgir hevur gjørt sendingar í Útvarpinum í útvið 30 ár og í 2007 skrivaði hann skúlabókina “Fjølmiðlar”, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út.