Skip to main content

Patriarkurin




Hanus G. Johansen er patriarkurin í føroyskum tónleiki á plátu. Niðast er perman á nýggju fløguni "Hørpuspælarin", ið var karmur um konsertina í Norðurlandahúsinum í kvøld

Á blogginum um dagarnar nevndi eg Martin Joensen plátumeistaran. Skal eitt einstakt heiti heftast á Hanus G. Johansen, so er tað patriarkurin. Hanus er ein patriarkur, ikki bara í útsjónd og pallstíli, men eisini tá hann tónsetur Pól F., og speglar hansara skaldskap, ið streymar til okkara - hástemtur, og í glógvandi løtum nøtrandi djevulskur, afturvið vælskipaðum smátónum, onkuntíð sum Cohen, onkuntíð sum Pink Floyd, onkuntíð sum ein hamrandi Leon Russel og at enda við eini gittarsymfoni, sum var tað Grieg uppá speed. Men mest sum Hanus, patriarkurin, ið syngur Pól F.

Sangskráin var úr nýggju fløguni, Hørpuspælarin, ið kom út 18. november, sum er føðingardagur hjá Pól F. Mikael Blak hevur framleitt og Jónas Bloch Danielsen tikið upp og ljóðblandað.

Tað var ein fragd at hoyra fylgispælið, sum lukkutíð var uttan trummur. Lætt og vælskipað, við smámunum, sum gjørdu tey í støðum drúgvu og fábroyttu løgini illustrativ og sterk, uttan at vera petti ágangandi. Bara málandi, við øllum litum og brøgdum.

Magnus Johannesen spældi á flygul, Kim Hansen á orgul og mellotron, Mikael Blak á el- og kontrabass og Benjamin Petersen á akustiskan og elektriskan gittar. Og so gingu teir til og frá ymsum ljómborðum, sálmasúkklu, sum er gamaldags traðkiorgul, mini-moog, mellotron og vibrafon. "Teir spæla uppá allan fana," segði hin burleski Hanus, meðan Benjamin gekk allan pallin runt frá gittar til vibrafon. Og tað var ikki endi á smáu litbrøgdunum í skiftandi ljóðmyndunum.

Og brátt var løtan farin. “Nú hava vit spælt allar sangirnar á fløguni,” segði Hanus, uttan at eg hevði kvett eftir klokkuni. Tað er ikki hent áður. Og so komu eykaløg og áhoyrara vildu hoyra enn meir. Og tað fingu vit. Ein seinasta heilagaðan sang frá einsamalla patriarkinum í sakralum ljósi frá Zachariasi og ljóðblandi frá Jónasi.

Ein av bestu konsertum í Norðurlandahúsinum í áratíggju. Farið og lurtið eftir patriarkinum innan ov seint er.

Sangirnir á nýggju fløguni eru: Eydnulandið, Hjartanskæri dýrdarskattur, Grønlandsfararin og gentan, Ei svarar úr loyndardýpi, Kom høvdingur frá Golgata, Kvirra, Karina, Sævarmoy, Til mítt dreymaflóð, Hørpuspælarin og Góða ongantíð fer tú úr huga.