Skip to main content

Lívgandi, latínskar linjur

Bárður Jákupsson við eitt av trimum stórum verkum á framsýningini í Mest í dag (Mynd: Birgir Kruse)

Í dag lat Bárður Jákupsson upp einkarframsýning í Listahøllini hjá Mest, úti á Skipasmiðjuni í Havn. Framsýningin fevnir um 66 verk, oljumálningar og vatnlitamálningar. Í trimum førum er talan um stór verk, oljumálningar, sum eru settir saman.



Stuttlig uppsløg við dyrnar í listahøllini á Mest, har Bárður tekur ímóti (Myndir: Birgir Kruse)

Bárður tekur brosandi ímóti við borðið, sum ikki er nakað vanligt borð, men eitt lørift úr egnum ateliéri. Stuttligt at síggja eina framsýning, har slíkir smálutir sleppa at spæla við og skapa eina ekstra dimensjón. Høllin er ljós og rúmlig, og hevur nógvar ótroyttar møguleikar í somáta.

Borðið, við skrá og prentum, er eitt lørift úr verkstaðnum hjá Bárði (Mynd: Birgir Kruse)

Í eina førinum eru komposisjón og litir so lívgandi sprelskir, at tú kennir teg fluttan til Latínamerika, og tær rútmur og tann larm, sum ein sólskinsdag er millum fólk og fjøll í stórbýnum, har menniskju møta náttúruni. - Kanska er nakað um tað. Tí ein íslendskur ummælari skýrdi meg reggae-málara, sigur Bárður smílandi framman fyri størsta verkinum. Stóri stílurin, ið er sum eitt rútmiskt kvæði, far meg eisini at hugsa um veggmálningarnar inni í Eysturskúlanum, niðanfyri lærarastovuna, sum lutvíst er endurgivin á permuni á Bókmentasøgu 3.



Tríggir av stóru málningunum hjá Bárði í listahøllini á Mest. Reggae-málningurin er hin mittasti (Myndir: Birgir Kruse) 

Millum gestirnar á framsýningini vóru listafólkini Mette Marott, Jan Andersson og Pernille Kløvedal Helweg. Úr einum stórhvali, sum gjørdi landgongd í Vejle, hevur Pernille gjørt stóra verkætlan, ið fer um Norðurlond og snýr seg um, grafiskt, at goyma spor av djórum. Mette stendur fyri at festa hvalin á stóru koparpláturnar, heimsins størsta koparprent. At enda verða gjørd fýra-fimm prent við hesum myndaevni, sigur Pernille.

Mette Marott, Jan Andersson og Pernille Kløvedal Helweg (Mynd: Birgir Kruse)

Myndlistaframsýningin hjá Bárði í Mest er opin fríggjadag til sunnudag klokkan 14:00-18:00 og mikudagar frá kokkan 17:00-20:00 fram til 13. februar.