Skip to main content

Mind the Gap - í London og aðrastaðni

Mind the gap í London (Mynd: Birgir Kruse)

Eitt tað kendasta við London er at hoyra ávaringina Mind the gap. Myndin er tikin á Heathrow flogvøllinum, tá vit fara umborða á snartokið til Paddington.

Við pyamasrutuni fóru vit í morgun úr Havn og vestur á flogvøllin, og beint víðari til Kastrup og Heathrow í London. Fyrsta teinin nýtti Hans Olivur Joensen tíðina at gera útsetingar til kend føroysk barnaløg.

Hans Olivur umborð á Atlantsflogi við eini feskari útseting yvir kent føroyskt barnalag (Mynd: Birgir Kruse)

Ørindini í London eru at vera við á árligu stevnuni BETT, sum síðani 1985 hevur sýnt fram tað nýggjasta innan samskiftistøkni í undirvísing. Stevnan er í hølunum Olympia í Hammersmith. Men innan vit koma so langt skulu vit koyra í toki og taxa til hotellið.




Allir í ferðalagnum, Gundur Mortensen, Rói Joensen, Regin Ellingsgaard, Heini Nygaard og eg sjálvur, í tronga taxabilinum frá Paddington tokstøðini til Central Park Hotel í Bayswater, har vit gista. Regin er hin einasti, ið hevur minst til reiðan pening... (Myndir: Birgir Kruse og Gundur Mortensen)

Nátturða fingu vit á indiska matstaðnum Maharaja í Queensway gøtuni, sum er í grannalagnum. Máltíðin var sett saman av ymsum mildum og sterkt kryddaðum indiskum tandoori rættum. Eftir forræt við chutney, innbakaðum rækjum og nanbreyði, var høvuðsrætturin lamb og høsnarungi við blandaðum rísi og ymsum tilhoyri. Fyri eina so umfatandi og spennandi máltíð vóru 34£ fyri hvønn, heilt sámulig upphædd at rinda fyri væl borðreiddu máltíðina.



Á indisku matstovuni Maharaja í Queensway gøtuni (Myndir: Birgir Kruse)

Eftir tungu indisku máltíðina gingu vit ein langan túr eftir Bayswater Road, fram við Hyde Park. Hitin í luftini er sum á sumri í Føroyum. Vit steðgaðu við The Swan, sum er frá 17. øld, har vit keyptu frukt til náttina. So fóru vit heim at fáa atgongd til internetið, sum ikki er so lætt á hesum leiðum.



The Swan og fruktsøluni við Bayswater Road (Myndir: Birgir Kruse)