Skip to main content

Nýggjár í Tórsbyrgi



Jógvan, Allan og Martin gera klárt til ársins kyndlagongu (Myndir: Birgir Kruse)

Eins og undanfarin ár, savnast fólk í Tórsbyrgi gamlaárskvøld í hitamiðstøðini, sum nú er vorðið felagshús. Innan fólk møtast til kyndlagongu klokkan 23, hava Martin Enok Jespersen, Allan Simonsen og Jógvan Kruse gjørt kyndlarnar klárar.

Kyndlarnir standa klárir (Mynd: Birgir Kruse)

Seed Potatoes, setepli, stendur á eplasekkjunum, sum eru úr hessian, og vundnir um trivaligar stokkar, dyppaðir í dieselolju.


Fest verður í kyndlarnar (Myndir: Birgir Kruse)

Øll fáa ein kyndil og eftir at fest er í, ganga vit runt allan býlingin, sum er pyntaður við jólaperum, best hjá Julionna.



Kyndlagongan byrjar (Myndir: Birgir Kruse)

Byrjað verður við hitamiðstøðina, niðan eftir parkerinsplássinum, oman eftir fótbóltsvøllinum og eftir gøtuni, undir eystastu húsunum við útsýni til Nólsoyar. Steðgað verður eina løtu á grasvøllinum, undir vegginum hjá Heðini og Maluni, og so fer gongan millum hús og hjallar, og endar í lagdini norðanfyri húsabólk 3, undir Lágargarði.






Kyndlagongan endar við bálið. So er opið í hjallinum (Myndir: Birgir Kruse)

Kring bálið verður tjóðsangurin sungin og so verða kyndlarnir kastaðir á bálið. Einar festir sær í pípuna og vinmenninir hjá Hanusi, Brandur, John og Alan, savnast. Alan hevur innrættað sær hjallin, har hann bjóðar eina kalda øl.












Nýggja árið verður fagnað í Tórsbyrgi (Myndir: Birgir Kruse)

So er midnátt og øll ynskja hvør øðrum gott nýggjár við heilsanum, sjampanju, neyðrakettum og ræstari súpan. Teir báðir gomlu ketlarnir, sum fyltu 40 fermetrar, eru skiftir út og nú røkir ein einsamallur ketil, lítið størri enn ein vaskimaskina, hesa uppgávu. Á henda hátt hevur eigarafelagið fingið eitt frálíkt felagshøli, har borðreitt varð við ræstari súpan. Síðani fór Martin upp á gólv og skipaði rímuna hjá Johan Djurhuus Huldugentan.