Skip to main content

Words are all I have...


Valerie Thornber á lítla basinum, ið gróðursetir søgur. Niðast er orðið WordWall skrivað á veggin (Myndir: Birgir Kruse)

Í sanginum Words hjá Bee Gees verður sungið um orð, og bara orð. Tí orð eru alt, eg eigi, sigur sangurin. Shakespeare er kanska eitt sindur meira firtin og ótolin, tá hann sipar til orð og aftur orð í Hamlet. Men orð eru í mangar mátar sjálvt støðið undir tí at halda skúla. Tað heldur Valerie Thornber, sum einsamøll stendur á tveimum fermetrum í ørandi meldrinum av potensierandi tøkni á loftinum í Olympia. Har kunnar hon um GrowStoryGrow, sum eru einfaldar samvirknar søgur á fleiri málum. Ein áminning at skriva á veggin millum allar teldurnar. Og soleiðis eitir ein fyritøka: WordWall.