22.2.11

Dimma tekur Google



Ovast í vinstra horni hevur ímyndin hjá Dimmu tikið Google, Wikipedia hevur tikið birk og Blogger hevur lagt seg á Kringvarpið, sum sæst á kliptu myndin av telduskerminum í morgun. Klikk á myndina og síggj nærri  


Ein dreymayvirskrift, sum í morgun bleiv veruleiki, um ein sovorðin er til í talgilda tykisheimi: Dimma tekur Google. Ímyndin hjá Dimmu, klassiski stavurin D, legði seg í morgun á fánablaðið hjá Google, mín bloggur fekk frámerkið hjá Wikipenda og Kringvarpið fekk appilsinlittu ímyndina hjá Blogger.

"Hetta er bara enn ein av mongu feilunum í Explorer," siga tøkningarnir. "Tak ein annan kaga niður ella stiga upp til níggjundu útgávu," siga teir.

Varð bangin fyri at hetta var ein nýggjur telduvirus. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdist um ein virus, sum fekk telduna at senda brøv til tey, sum eftir bókstavaraðnum stóðu við síðuna av tí, tú ætlaði at senda til.