7.2.11

Gávugóðs til Dáva!




Dávur Juul Magnussen avmyndaður við trombon í íbúðini í Glasgow. Síðani sæst Dávur sjálvur triði í franskari reklamu fyri Courtois og niðast er arbeiðsstaðurin hjá Dáva,The Glasgow Royal Concert Hall, avmyndaður (Myndir: Birgir Kruse og Courtois)

Í dag fekk Dávur Juul Magnussen 'gávugóðs' á Seturskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya. Gávugóðs verður, sambært viðtøkum grunsins og uttan umsókn, givið einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Undir nýggjárskonsertini sóu øll hansara listarligu gávur at spæla trombon og persónligu evni at undirhalda. Longu tá bókin Les1 varð løgd fram í Listaskálanum í 2006, vísti hann framúr evni á trombon.

Grundgevingin hjá nevndini er soljóðandi:

Dávur Juul Magnussen (f. 7. nov. 1985) byrjaði at spæla trombone 12 ára gamal í 1998 sum næmingur á Føroya Musikkskúla. Hugurin stóð til saksofon, men hann valdi trombone, og tað var gott. Hann var virkin tónleikari, áðrenn hann í 2006 flutti til Skotlands at lesa tónleik á The Royal Scottish Academy of Music and Drama í Glasgow. Sum næmingur vann hann longu í 2008 fast starv sum Principal Trombone hjá The Royal Scottish National Orchestra – tjóðarorkestrið hjá skotum, kent fyri sínar upptøkur av kendum klassiskum verkum og av filmstónleiki. Hann er virkin sum tónleikari í øðrum høpum í Bretlandi, og ein solo fløguverkætlan frá hansara trombone verður fyrireikað. Hann er við í toymi í skotska tjóðarorkestrinum, ið gevur fronsku ljóðførisverksmiðjuni Courtois ráð í sambandi við sniðgeving og menning av framleiðslu av nýggjum trombonum. Hóast longu í føstum starvi ætlar hann sær kortini at gera lesturin lidnan.

Dávur Juul Magnussen er ein sjáldsom blanding av einum lítillátaðum, musiskum, dugnaligum og vitugum menniskja við einari sterkari náttúruligari útstráling á palli, sum tað eisini sást av framførslu hansara á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri 2011.

Í arbeiðsørindum hittu Gundur Mortensen og eg Dáva í Glasgow 16. januar í ár. Á fimta ári lesur hann tónleik á Royal Scottish Academy of Music and Drama. Dávur, sum í 2008 fekk starv sum principal, tað er hin fyrsti, trombonleikari í skotska symfoniorkestrinum The Royal Scottish National Orchestra, eigur hópin av blásiinstrumentum, sum Gundur og hann royndu í íbúðini við útsýni til Clydeánna. Teir báðir hava í mong ár spælt saman í Havnar Hornorkestri. Afturvið altskyns tónleiki, frá Kingo og Mussorgsky til Emerson, Lake & Palmer, varð hetta ein sjáldsama huganlig løta heima hjá Dáva, tøkk fái tónleikatænastuni Spotify á telduni. Glasgow er ein frálíkur tónleikabýur. Sama heldur UNESCO, ið sigur at Glasgow er City of Music.

Thorvald Poulsen av Steinum hevði í morgin, 8. februar, fylt 99 ár. Í nevndini fyri grunnin, ið letur gávugóðsið, sita Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri, sum er formaður.

- Til lukku, Dávur!