Skip to main content

Í sosialum miðlum eru vit øll eins, ella?


Summi siga tað er so líka til, men ilt er at finna rætta vegin í øllum teim sosialu miðlum, ið bjóða okkum limaskap, tá vit tendra telduna

“Jump on the social media bandwagon!” segði ein við meg í London herfyri, har eg var millum vinnulívs- og skúlafólk at skoða framtíðar skúlastovuna. Ein sølumaður segði mær at Føroyar eru helst tað land í heiminum, har flestu samvirknu skúlatalvurnar eru. Einki annað land er so væl útgjørt. Áhugavert at fáa at vita. Serliga tá hugsað verður um innihald og aktualitet, ella tíðarbæri, sum talgilda orðabókin sigur. Tí gongd er í talgildu miðlunum og serliga teim sosialu, fyrst og fremst Facebook og YouTube. Satt at siga er hvør tann einasti íbundni føroyingur ein presumptiv sendistøð. Og um allan knøttin við. Onkur óttast at fara á Facebook og yvirhøvur at tendra telduna og leita á netinum. Eg eri av teirri sannføring at opnari og virknari tú ert á hesum ræsum, javnlíkari verður tú øllum øðrum. Bert heilt fá eru so avpartaði at tey ikki hava tørv á sosialum miðlum í dagsins samskifti. Og kanska hevði annar heimsbardagi aldri byrja, um Hitler fór á Facebook í 1930’unum. Hvør veit? Tað sum eg vil siga er, at meiri vit samskifta, meiri lík verða vit. Vit uppdaga skjótt at vit hava einki at fjala, tí øll eru sum tú og eg. Men vandi er í hvørjari vælferð. Kanska dyrka vit bara líkleikar og ikki spurningar av meiri persónligum slagi. Í fartinum er vert at lesa hina skilagóðu Sherry Turkle, ið hevur skrivað hópin av bókum um dreingir og gentur og teirra uppvøkstur í tykisheimi og framman fyri einum skíggja, tað veri seg teldu ella sjónvarpi. Og ikki minst at lesa áugaverdu greinina hjá Hera Simonsen á portalinum um innibyrgt óeydnusemi. Haldi tað er einasta ferð, at leiðarstjørnan Turkle er nevnd á føroyskum. Men samanumtikið havi eg tó hug at svara bretska handilsmanninum játtandi. Ikki minst tá eg síggi at somu fólksligu miðlar verða brúktir at berja Gadaffi niður og at somu miðlar ber boðini um, at tá varjavndøgur verða, so er kollvelting í Saudi Arabia. Livst so spyrst.