Skip to main content

Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins

Jóhan Mortensen, Niels Halm, Birgir Kruse og fremst fyri í stólinum sæst útvarpsteknikarin Leivur Thomsen (Mynd: Rúni Jákupsson)

Nú byrjar Klipp - Filmsfelag Norðurlandahúsins aftur. Triðja hvønn mikudag klokkan 19:30 verða sýningar í Havnar Bio. Fyrsta várskeiðið er skráin henda:

23/2 Submarino (Danmark 2010), sterkur og viðkomandi filmur um at vaksa upp í einum heimi, har rúsdrekka setur dagsordanin, og einki annað. Tveir brøður, og minnið um ein triðja, royna at bróta sosiala arvin. Hetta er besti norðurlendski filmur beint nú.

16/3 Engelen (Noreg 2009) Margretha Olin leikstjórnar og Marie Bonnevie hevur leiklutin sum kvinnuligi heroinmisnýtarin. Oscartilnevndur filmur, umboðandi Noreg og hevur fingið áskoðaravirðislønir m.a. í Haugesund.

06/4 Snabba Cash (Svøríki 2010) mafia á heimavølli, sum selur heroin til betra slagið. So væl umtóktur, at tveir sequels longu er avtalaðir at gera í ár. Metsølufilmur.

27/4 Hævnen (Danmark 2010) Civilization, ella In a better world á enskum, og við í endaligu Oscarkappingini í ár. Filmur um happing, óndskap og kríggj. Metsølufilmur.

18/5 Brim (enskur undirtekstur) (Ísland 2010/2011) á plakatini stendur: Havið gav, havið tók. Tikin umborð á línubátinum Jón á Hofi, upprunaliga virðisløntur sjónleikur frá 2004. Um unga kvinnu, sum mynstrar umborð og arbeiðir saman við monnum. Men hvønn er tað hon loysir av? Vælumtóktur í Íslandi og ein viðkomandi pallur hjá okkum at síggja.

Norðurlandahúsið upplýsir um filmar og bilettsølu á heimasíðuni http://www.nlh.fo/. Eisini er egin profilur á Facebook við navninum KLIPP Filmsfelag Norðurlandahúsins.