15.2.11

Latið tøgnina tala


Zacharias Heinesen er evnið í sjónvarpssendingini “Tá litirnir dansa”, sum verður ummæld niðanfyri. 19. juni verður virkni listamaðurin 75 ár

Sjónvarpsummæli "Vit um Vørp" http://listinblog.blogspot.com/


Miðskeiðis í sjeytárunum lærdi Hans Jacob Debes okkum um horror vacui. Tað var í fornaldarfrøði, og orsøkin var drúgva Ilionskvæðið. Hugdi í bókina um dagarnar og sá gamla frámerkið við longum píli, upp og niður: hetta er horror vacui.

Frámerkið kom mær til hugs, tá eg aðru ferð hugdi eftir sendingini Tá litirnir dansa (KvF Programmdeildin 2011).

Fyrstu ferð eg sá sendingina, hóskvøldið í undanfarnu viku, skifti eg, í berum argilsi yvir tilgjørda upplesturin hjá høvuðspersóninum, sjónvarpsrás og valdi heldur at lurta eftir ætlaðu fráfaringarrøðuni hjá Mubarak úr Kairo. Sunnukvøldið sá eg so sendingina um myndlistamannin Zacharias Heinesen fyri fyrstu ferð í fullum líki.

Myndliga er Zacharias Heinesen mest spennandi miðdepil eg kann hugsa mær í eini sjónvarpssending úr Havn beint nú. Fyrst og fremst sum málari í egnum navni, men eisini sum sonur Williams uppi undir Varða, skulu vit taka familjuna við. Frásøgubrotini og frásøguleiðirnar kunnu fara báðar vegir og aðrar við.

Hetta seinna frásøgubrotið, viðurskiftini millum faðir og son, varð tugt og tanlað, so mikið, at tað tók yvirhond og stóð eitt sindur ørkymlandi og nakað óloyst eftir, í mun til, hvat eg væntaði at síggja. Tað órógvaði. Ikki tí, ítøkiliga myndaavrikið var framúr, men yvirskipaða frásøgnin fylgdi ikki við. Serliga tá vit komu til døgurðaborðið, har pápin ráddi, men nú var burtur. Hetta kundi havt verið sterkasta sjónvarpsmynd í nýggjari tíð, ja ein heilur sjónleikur, men gakk.

Men hinvegin, undirspælda pallmyndin fær kanska eina tiltakandi styrki í huganum, hvør veit. Hugsi bara sum so, at tað er ikki á hvørjum sinni, at sjónvarpið er inni í køkinum hjá Williami at práta við Zacharias. Her eru tveir vitar, ið strála, annar nærverandi og hin fráverandi, men fáa ikki rættiliga rásarúm. Ið hvussu er ikki í einari og somu sending.

So upptikin vit eru av ættarbondum, kundi sendingin verið skift í tveir partar, ein um myndlistina og ein um ættina. Ella vit lótu ættarbondini hvíla.

Sleppa vit viðurskiftunum millum faðir og son, og fara til myndlistina, so hitta vit skjótt hin friðarliga Zacharias. Tað er øllum greitt, at hetta er ein maður við penslastrokum, heldur enn orðum. Ikki er neyðugt at blaða í public service at skilja, at maðurin vil tiga. Bestu løturnar tyktust vera, tá hann hugdi at avrikinum, mátaði og harkaði, og tók eitt varisligt fet móti málninginum. Fantastiskt.

Men virðingin fyri hesum stillu løtunum hjá tí inntonkta Zachariasi sæst ikki aftur í sendingini. Løturnar fáa ongan resonans so at siga. Tær verða køvdar í niðurskrivaðum upplesturi, off camera, sum er so bundin av gamalskúlaligum upplesturi, at eg kenni meg illa. Síggi ein skúlameistara, kanska William sjálvan, við spanskrøri uppi yvir neyðars næminginum, ið tvíheldur um tekstin, hann roynir at lesa frítt og flótandi til jólakomediuna, ið stendur sum ein hóttan fyri framman, og tí fæst einki at rigga. Orðið er ikki hansara. Myndin er hansara. Myndin, sum longu í upphavi var orðið.

Hesin upplestur, off camera, verður harafturat so tættpakkaður í sendingini, at einki andarhol er í myndamiðilinum. Latið heldur tøgnina tala. Zachariasar tøgn.

Hetta við upplesturi, off camera, er ein trupulleiki, sum er ringur at hava við at gera. Í førinum Dennis Agerblad - ein føroysk prinsessa (KvF Dokumentardeildin 2011) helt eg, at tað riggaði væl at lata Mike lesa. Men tað krevur tíð og venjing at fáa henda frásøgupart í sendingini at sita og ljóða rætt í heildini.

Í førinum Svartur sannleiki (Primus Film 1999) er tað sama galdandi. Ingálvur lesur egnar tankar, tá hann er off camera. Men tú fyrigevur honum, tí hann hevur eina so ljómandi performance rødd. Fyllan í røddini fjalir mekaniska upplesturin, sum ikki er livandi.

Hetta var ikki nóg gott av Kringvarpinum. Teimum eydnaðist ikki at sleppa undir húðina á hinum innisæla Zachariasi. Men framman fyri myndatólinum var hann ektaður og ótilgjørdur. Og viðmerkingin frá honum um, at 'danskarar' hermdu eftir hansara máta at mála, var stuttlig. Mundi hann ikki meina 'herbúgvandi, danskir statsborgarar', sum sýna fram og selja nógv í Danmark?

Spell, at sjónvarpið ikki hevur lagt seg eftir at bøta um henda partin við eftirgjørdum upplesturi, ið fylti so ómetaliga nógv – mest sum alla tíðina við skeivum klangi.

Latið heldur tøgnina tala. Tøgnina, sum er fylt við myndum hjá Zachariasi og ongum øðrum.

Ræðslan fyri tí tóma skal gerast til skammar. Tað er avbjóðingin í hvørjari sending!

Birgir Kruse, bloggari og ritstjóri