Skip to main content

Prestafelagið og miðlarnir



Limir í prestafelganum í Meinigheitshúsinum í Havn í dag. Eg sjálvur á talarastólinum, og Sakaris Stóra, sum tók upp (Myndir: Birgir Kruse og Sverri Steinhólm)

Í dag skipaði Prestafelagið fyri evnisdegi i Meinigheitshúsinum í Havn. Har er góð útgerð til øll sløg av framførslum, eisini til orkestur, ið vilja larma. Niðri undir er køkur og rúmligur matsalur. Theodor Olsen, prestur í Kvívík, er formaður í Prestafelagnum. Hann bjóðaði kaffi og morgunbreyð og so byrjaði dagurin við orðum hjá Bee Gees "It's only words, but words are all I have". Orð eru einastu amboð og felags málsøki hjá journalistum, prestum og lærarum.

Við hesum støði varð nomið við ástøði Marshall B. Rosenbergs um giraff- og úlvamál, og síðani bókina Interview for journalister (2004) hjá Kurt Strand, har hann nevnir tíggju orð, frá samljóði til krígsavbjóðing. Við hesum hugsaða bønarkransi sum støði, vóru gjørdar tríggjar praktiskar samrøðuroyndir, sum vit í felag ummældu eftir lokið úrslit. Við útgerð frá Klippfisk, tók Sakaris Stóra upp tær tríggjar samrøðurnar, har prestar, umframt seg sjálvar, eisini spældu journalistar í Degi og Viku.

So var middagur og døgurði í kjallaranum. Eftir døgurða tók Per Højgaard yvir. Hansara skrá nevndist Kom til sakina, sum í prestahøpi far okkum at hugsa um bókina Til Sagen (2004) hjá danska prestinum Thorkild Grosbøll.

Spennandi, at uppliva eitt aktivt felag innanifrá og ikki minst at fáa eina tílíka uppgávu sum hesa. Sum abbi hevði sagt: "Alt av náði, alt av náði!"