Skip to main content

The Roommate selur mest í USA



Filmsplakatin The Roommate og tær báðar Minka Kelly (Sara) og Leighton Meester (Rebecca). Niðast sæst 37 ára gamli danski leikstjórin, Christian E. Christiansen (Pressumyndir)

Í dag fekk eg hesi boð frá einum ovurfegnum Facebookvini: The Roommate' - number ONE movie in USA - by Danish Director Christian E. Christiansen. A heartfull CONGRATULATION Christian!

Facebookvinurin er av danskari ætt og fyriskipar á hvørjum ár eina norðurlendska filmsstevnu í Los Angeles, The Scandinavian Film Festival. So í dag eru vit øll danskarar, filmandi samríkjamenn.

The Roommate er nøtrisøga um tvær gentur, ið búgva saman. Hetta er a disturbed college chick thriller, har onnur sum frálíður tekur yvir samleikan hjá hinari og úrslitið verður blóðugt. Nøtrisøgan flytir seg yvir í horrorfilmin, við dryppandi blóði og nógvum berligum kjøti, og nemur við Psycho og stalker slagið, og hevur fingið frámerkið Blank From Hell. Her er ein brellbiti!

Øll frásøgusnildu eru brúkt fyrr, men kanska er tað júst tað, vit vilja hoyra og síggja í biografi, áður fortaldar søgur. Box Office tølini telja fyri seg. Meðan menn hugdu at fótbólti, tað var Super Bowl Weeekend, fóru kvinnurnar í biograf. 7. apríl verður filmurin frumsýndur í Danmark.

Leikstjórin Christian E. Christiansen, 37, er úr Kalundborg. Hann gjørdi filmin The Roommate í USA fyri $ 16 milliónir, ið er sama upphædd, sum filmurin spældi í kassan fyrsta vikuskiftið, hann varð vístur over there. Í Danmark ger Christian E. Christiansen nýggja nøtrisøgu, I:DA, við leikarunum Tuva Novotny og Flemming Enevold.

Í Box Office listanum niðanfyri síggjast fimm filmar, sum Havnar Bio vísir, ella fer at vísa. The Green Hornet, sum gongur nú, og so True Grit, Sanctum, The King's Speech og No Strings Attached, ið eru komandi filmar.

Her er aktuelli Box Office listin:

1. The Roommate: $16 million
2. Sanctum: $9 million
3. No Strings Attached: $8 million
4. The King’s Speech: $8 million
5. The Green Hornet: $6 million
6. The Rite: $6 million
7. The Mechanic $5 million
8. True Grit $5 million
9. Black Swan $3 million
10.The Dilemma $3 million