22.3.11

35 ár síðani Taxi Driver



35 ár eru liðin síðani filmurin Taxi Driver varð frumsýndur. Minnist, eg sá hann í Keypmannahavn saman við øðrum føroyingum. Minnist eisini at eg koyrdi í grøna Volvo 144 bilinum hjá foreldrunum. Eftir at hava parkerað í Thorsgade koyrdi eg út fyri ein bil, sum eg ikki sá, fyrr enn ov seint var. Ongin skaði og alt spældi væl av, og púra uttan at fara í De Niro mode. Saman við E.T. er hetta yndisfilmurin. Kanska tí at báðir lata seg tulka í allar ættir, uttan at missa frásagnarligu styrkina. Tað er eyðkennið fyri eina góða søgu.

Kanska er søgan um Taxi Driver eitt Vjetnameftirmæli, har gul-svarta dreparamaskinan er flotin upp úr New York kloakkunum, sum ein blóðtystur leopardur, heldur enn bilur, gøddur av politikki og miðlum, sum við Bíbilskum undirtónum vil rudda alla óhumsku, so steinur ikki er eftir á steini.

Og kanska er søgan um E.T. einki annað enn ein science fiction versjón av Nýggja Testamenti og serliga jólaevangeliinum? Royn og hald tekstin saman við filminum, stig fyri stig. E.T. verður gloymdur á jørðini, bert børnini koma til hansara, hann doyr, men reisur upp aftur og meðan rúmdarfarið kemur eftir honum og førir hann upp í skýggini, er familjan savnað. - Goym meg í hjartanum, og eitt sindur í heilanum, og verð annars bara góður, eru seinastu boðini til Elliot, ið ber stavir E.T.'s, sum alfa og omega. Hvør veit, um ikki uttanjørðiskar verur skoða okkum, meðan vit hyggja?

Frá yndisfilminum, til yndishøvundan, Henrik Nordbrandt:

Måske er det hele i virkeligheden en film:
Livet optager os, døden fremkalder os.
I et stort mørkekammer famler vi os frem
og ved ikke engang, om vi får resultatet at se.