20.3.11

Dovisligur sunnudagur, bjargaður av Skannaranum

Gomul útvarpslurt hjá Tema Radio í Havn (Mynd: Birgir Kruse)

Aldurnar skvatla dovisliga úr tykisheimi. Tað er sunnudagur á sofuni. Kaffi og müslibreyð á borðinum, útvarp og sjónvarp á vegginum. Avatar og Shutter Island, slag í slag á Kanalpluss. Hin fyrra dugi eg enn ikki at skoða og enn minni skilja, og oftari eg síggi Shutter Island, tómari verður kinesiska eskjan hjá Scorsese. Har er einki í. Og so On Golden Pond, fittur sum altíð, men ikki aktuellur enn. Kanska seinni. Men so kemur Skannarin í Útvarpinum og avdúkar tað mest ó-liga, ið avdúkast kann í Føroyum. Kynslig misnýtsla av børnum í religiøsum, heimligum kamarskørmum. Her er frásøgukrút, so tað stendur eftir. Væl hagreitt, væl framborið. Serlig tí at sendingin og evnið ikki verður júkað upp í saman eina viku innan, so tú troyttast, heldur enn at forvitnast. Sendingin er bara har, tá hon er komin á tíð. Frálíkt. Og tá útvarpssendingin er av og indignasjónin er í topp, vísir DR2 gamla filmin In the Heat of the Night.



Brellibiti frá 1967, tá filmurin In the Heat of the Night var nýggjur. Eins og Skannarin í Útvarpinum megnaði filmurin at skapa sosiala indignasjón


Sá filmin In the Heat of the Night í Havnar Bio, síðst í 60’unum. Og eg skal viðganga at tólv ára gamal knýtti eg nevan í lummanum, tá eg í myrkrinum gekk undir horninum á Kjøtbúðini, innan eg krossaði Tórsgøtu og gekk fram við Frelsunarherinum. Meðan eingin sá. Virgil Tibbs, var orsøkin. Hann var í stríði við allan djevulsins órætt meðan hini tugdu tyggigummi. Eg vildi vera ein Virgil Tibbs, segði eg innantanna í myrkrinum og knýtti, ósæddur, aftur nevan í lummanum. Einki er sum ein gamal filmur, sum fyrr var enn betri. Eg meini so við, hvør filmur far teg at knýta nevan, meðan eingin sær?

Havi lisið vikuskiftisbløðini og har var lítið at heinta. Mest sum einki. Og ilt verri gjørdi tað, at ein starvsfelagi gav mær avrit av greinarøð frá 1956, sum William Heinesen skrivaði í Land og Folk um Klaksvíksstríðið. Havi ikki lisið betri blaðgreinar.

Kenni meg sum fangaðan í einum countrysangi. Alt var betri fyrri. Men í dag gjørdi Skannarin munin. Hann heldur fólksins skansa og definerar heimligt almannavarp. Bravo!