16.3.11

Evi í The Listening Room

Evi syngur í The Listening Room Café í Nashville, meðan Kathy spælir gittar, longst til høgru. Á niðaru myndin sæst verturin, Bryan Cumming, við saksofon til høgru, meðan Vince Gill situr og syngur

Evi Tommysdóttir Djurhuus skrivar annað ferðabræv úr Nashville:

Mánadagin checkaðu okur út av hotellinum og inn á The Writer’s Room. Tað eru hjúnini Cumming, sum leiga hetta ‘rúmið’ út til tónleikarar og sangarar. Maðurin, sum eitur Bryan Cumming, hevur ljóðstudi í kjallaranum. Hann er fyrrverðandi gittar- og saxofonleikari í rock and roll bólkinum Sha Na Na og hevur millum annað spælt saman við Steven Taylor, sangaranum í Aerosmith, og countrysangaranum Vince Gill, sum ofta hevur verið vertur tá Country Music Association letur virðislønir.

Kathy Chiavola og eg vandu saman, og seinni um kvøldið vóru okur aftur á The Station Inn. Hesa ferð vóru tað The Time Jumpers sum undirhildu okkum. Millum limirnar í bólkinum kunnu nevnast Vince Gill, Paul Franklin, Dawn Sears og Kenny Sears, sum er maður Dawn. Hon syngur duett saman við Halli Joensen í vakra sanginum My sweetest hello. Paul Franklin spælur stealguittar og hann var ein av teimum, sum var í Føroyum í samband við Nashville.fo. Hann spælur eisini á fløgunum hjá Halli Joensen og eg fekk sent honum eina heilsan úr Føroyum. Paul Franklin lat endiliga heilsa aftur og minnist við gleði aftur á ferðina í Føroyum. Týsdagin vandu eg og Kathy aftur og um kvøldi vóru vit aftur á palli á The Listening Room Cafe, sum er eitt singer/songwriter pláss í býnum.

Evi