13.3.11

Kavi í middagssól

Nólsoy í baksýni úr kamarsvindeyganum, meðan kavin hungur tungur um takrennuna hjá grannanum. Niðast Pinocchio, fyrst í skugga og løtu seinni í sólini, hinumegin húsini (Myndir: Birgir Kruse)

Í hvøssu middagssólini hongur kavin tungur niður úr grannatekjuni, innan hann sleppur og dettur, tjums, niður á terrassuna. Meðan hvast mótljós er eystureftir, er skuggi á vestursíðuni, har Pinocchio situr í kavanum móti gula grannavegginum. Løtu seinni er sólin farin vestur um og stavar nú hvast niður á terrassuna hinumegin. Spennandi at eygleiða sólina um middagsleitið, hesa ársins tíð.