Skip to main content

Couch Surfing


Nýtist mær at siga, hvat fyriferst á køksborðinum? Niðri undir sæst eitt atlas frá Lademann, sum er so avgamalt, at ein ferðaætlan við Winston Churchill hjá DFDS liggur innan í permuni. Men fororðini eru góð, enn sum áður. Klikk á myndina og les tekstin (Myndir: Birgir Kruse)

Várið kemur, hækkar sól. Nú eru stundir at leggja summarferiuna til rættis. Rendi meg í eitt gamalt atlas hjá Lademann frá Union bókaklubbanum frá fyrst í sjeytiárunum. Fjøruti ár seinni hava fororðini enn eitt skaldsligt gyldi. Gulnaði, nema tey við ymsar mátar at ferðast, eisini at sita í stólinum og ferðast í huganum. Couch surfing, sum onkur sigur. Ferðing í huganum. Men hetta við couch surfing er eisini vorðin ein ítøkiligur, men ódýrur máti at ferðast uppá, heima, hvør hjá øðrum, á sofuni, hvør hjá øðrum. Men sum árini líða og sólin lækkar, so verður ein dovnari og krevur størri sofu, størri rúm og størri upplivingar. Onga baðistrond, spa og fitness. Nei - bil, fjøll og breiðan veg. Hesuferð eisini gjøgnum Death Valley og framvið Mount Whitney. Einki er sum Couch Surfing yvir gomlum kortum. Men, working on a dream, kanska gongur hann út, ársins ferðadreymur. Livst, so spyrst!