14.4.11

Frá rullu til geyma



Sakaris Stórá við gamlari filmsrullu, Per á Hædd instruerar til myndatøku og niðast sæst Sakaris við geymanum, ið goymir dagsin film (Myndir: Birgir Kruse og Dorit Hansen)

Filmur eri ikki tað, ið hann hevur verið. Soleiðis verður sagt um so mangt, kanska serliga um dagsins miðlar. Meðan summir eru tíðarleysir, eru aðrir tíðarbundnir og óloysiliga knýttir at dagsins tøkni, skulu teir brúkast. Meðan klassiska stuttfilmstøddin var 16mm, eru dagsins stuttfilmar talgildir. Og meðan teir gomlu lívfrøðiligu, framkallaðu filmarnir vóru á rullu, eru dagsins talgildu filmar á einum geyma, klárir at seta í telduna. Soleiðis broytast lívsins mongu ýti, eisini á tøkniliga økinum. Ein greiður fyrimunur er møguleikin at flyta film úr einum stað í annan eftir ongari tíð, eisini um internetið. Á mydunum sæst Sakaris Stóra úr Skopun við eini gamlar 16mm filmsrullu frá Statens Filmcentral á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð á Hoyvíksvegnum í Havn, og niðast við einum evarska lítlum geyma, ið kann rúma hópin av stuttfilmum av besta slag. Á júst hesum geymanum er meistarligi stuttfilmur hansara Passasjeren, sum skjótt verður klárur til skúlabrúks.