Skip to main content

Kann man skapa lív uttan fólk?




Copenhagen Island Hotel innan. Kamar og móttøkuhøll (Myndir: Birgir Kruse)

Týsdagin á middegi gekk eg frá nýggja Copenhagen Island Hotel til gomlu norðuratlantisku Bryggjuna. Er veðrið til vildar, er hetta ein gongutúrur um hálvan tíma ella so. Men steðgar tú at taka myndir og undrast yvir hetta nýggja rúm og øki í danska høvuðsstaðnum, so fer lættliga ein hálvur dagur.



Copenhagen Island Hotel uttan og útsýni móti næsta granna, Fisketorvet við svimjihyli (Myndir: Birgir Kruse)

Fyri eini tjúgu árum síðani var hetta ein bryggjukantur við útsýni til Islands Brygge yvirav. Tað var tað. Ljótt og óynskt hjá øllum pørtum, ið tóku seg sum skjótast gjøgnum henda óunniliga býarpart. Rustaðir prámar og gamlir coastarar við bryggjuna og larmandi bilar við fullari ferð aftur og fram eftir vegnum. Betong og larmur, einki annað.





Nógv pláss, men einki fólk (Myndir: Birgir Kruse)

Nú er alt broytt og ikki at kenna aftur. Nýggj hotell og skrivstovubygningar hjá Nykredit og øðrum pengasterkum stovnum innanfyri. Strammir og gjøgnumskygdir bygningar uttanfyri, eftir Kalvebod Brygge frá Fiskatorginum og oman til Langebro. Grønir klivar, terrassur og svmjihyljar, bátar og súkklur til leigu og spennandi standmyndir. Her er alt, uttan menniskju. Stór rúm, stórar ætlanir, nógvir pengar, men eingi menniskju. Nýggja Metroin er hinumegin alla ferðslu og kann ikki brúkast á hesum leiðum. Ert tú til gongu, er hetta ov langt frá miðbýi og høvuðsjarnbreytarstøðini.


Standmyndin hjá Hans Paula Olsen "Skyggen af Hjørdis" framman fyri Ingienørforeningen IDA (Myndir: Birgir Kruse)

Fann eitt sitat eftir Tina Saabye, 40, sum er nýggjur býararkitektur í Keypmannahavn: “Kalvebod Brygge har tidligere været en trafikal indfaldsvej, hvor bebyggelsen dannede mur mellem byen og havnen, og området ikke inviterede til kortere ophold for andre end dem, der arbejdede inde i bygningerne. Det, der sker med Kalvebod Brygge nu, er, at den går fra kun at opleves i fart på langs til at være del af et langsommere byliv. Visionen er, at man skal kunne bevæge sig til fods og som cyklist fra Dybbølsbro og Vesterbro, ned til aktiviteter ved vandkanten på Kalvebod Brygge. Stueetagerne i områdets kommende byggerier skal indeholde udadvendte arealer med kontakt mellem ude og inde.”




Svarti Diamanturin og útsýnið, inn móti býnum og yvir um vágna, av tekjuni, sum er opin terrassa (Myndir: Birgir Kruse)

Jú, karmarnir eru her. Men ikki fyrr enn í túninum á Svarta Diamantinum, Kongaliga Bókasavninum, renni eg meg í fólk. Ung lesandi, sum hava sett seg út um at njóta aprílsólina, meðan tey lesa dagsins tekst.

Eftir allari Kalvebod Brygge havi eg kent meg sum ein statist í Palle Alene, Páll púra einsamallur, ella The Wandrer í Zooropa hjá U2. Tey byggja sær tempul. Tóm tempul. Fari yvir um vágna eftir Langebro, og ikki fyrr enn í Strandgade síggi eg lív, Kepmannahavnarlív.



Annilil Petersen borðreiðir mær ein kværulanteplatte á Christian 4-tal í Strandgade (Myndir: Birgir Kruse)

Komi í tankar um miðbýin í Havn, sum er oyddur fyri lív. Her er alt rikið út og sæst ikki aftur. Við besta útsýni standa deyðir bygningar, fullir av skrivstovufólki, hvørt við sínum bili, og krevja eitt parkeringspláss. Klokkan sekstan er alt burtur og verður endurtikið næsta dag. Tað er býarmyndin í Havn. Hvussu skal nakað grógva, har sum útradering er grundstøði? Kanska ein tankatoskur, men ikki uttan orsøk henda sólksindag eftir allari Kalvebod Brygge. Kann man skapa lív uttan fólk?


The Ship of Fools, Gekkaskipið, stendur á bátinum, har gongutúrurin endar við Norðuratlantisku Bryggjuna fyri endanum á Strandgade (Myndir: Birgir Kruse)