Skip to main content

Norðuratlantshav sett á kortið


Lars Thostrup, stjóri í NORA, við bókin, sum verður løgd fram á ráðstevnu í dag. Ráðstevnan er á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. (Myndir: Birgir Kruse)

Í dag verður OECD frágreiðingin um Norðuratlantshav løgd fram á Bryggjuni í Keypmannahavn. Samstarvið millum OECD og NORA byrjaði í 2009 og hetta er fyrsta bók, sum lýsir Norðuratlantshav á henda hátt.

Áhugavert er at lesa um veðurlagsbroytingar, sum elva til nýggjar siglingarleiðir í eystur og vestur millum Norðuratlantshav og Kyrrahav, um skúla- og útbúgvingarvirksemi í økinum og um brain drain, sum raka Føroyar og Grønland meint. At enda verður skotið upp, hvussu NORA-økið kann skipa seg við fyrimynd úr ES-økinum kring Eystarasalt.

Ráðstevnan, sum tekur støði í bókini, verður send í beinleiðis sjónvarpi.

Bókin, sum er á enskum og hevur heitið OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway, kann eisini lesast sum e-bók.

NORA er ein stovnur í Norðuratlantshavi, sum fevnir um londini Føroyar, Ísland, Grønland og Strandanoreg. Sagt verður soleiðis á heimasíðuni hjá stovninum: NORA virkar fyri at styrkja samstarvið í økinum, so at Norðuratlantshavið verður eitt sterkt økið í Norðurlondum, eyðkent av góðari, burðardyggari og fíggjarligari menning. Hetta verður millum annað gjørt við at styrkja samstarvið millum vinnufyritøkur og granskingar- og menningarstovnar í teimum fýra NORA londunum.