24.4.11

Rekaviður og flytifuglur niðri á Vatni


Niðri á Vatni, norðuri á Eiði, síggjast enn trivaligir viðarbular, sum helst eru riknir inn av opna Norðhavinum og syftir í briminum um Umvarpið á Mølini. Í 1960'unum gjørdu vit flakar úr hesum rekaviði. Einaferð mannaðu vit tveir flakar og her um leiðir, við hólmin, sum ungmannafelagið Glottin gjørdi í 1930'unum, rendi hin flakin við dýrandi ferð upp á okkara flaka. Helst var hin fyrri tyngri og so vatndrigin, at hann sigldi sum ein supertankari, ið ikki kundi taka ferðina av við tað fyrsta. Úrslitið var at allir fóru til botns og gingu á botninum og hildu at nú var hin seinasta løtan komin. Men so var ikki. Jens Tony Snogebæk Kruse, sum hoyggjaði í bønum, leyp sjóleysur undan Múlakletti og beint á bláman og dróg okkum allar upp á turt. Tað er ikki ókent at smádreingir eru druknaðir her á leiðum.




Nú er gøta gjørd kring Vatnið. Ein frálíkur gongutúrur, hóast alt er broytt, ið hvussu er so, sum eg minnist tað. Bæði steinar og vatnstandur vóru heilt annarleiðis tá. Men kanska er tað minnið og vinkulin, ið snýtir. Í Múlavík og út frá Vátanesi floyttu vit bátar úr træsprekum og royndu at gera yvirbygningin so høgan sum til bar, ofta við einum seymi og so tunduri úr sildagørnum. Her ruku eisini aluminumskúlur og russarboyur. Mest sum í hvørjum húsi var eitt dramatiskt bílæt hjá Ásmundi Poulsen av einum russiskum trolara, sum rendi á land her mitt í 1950'unum og lá niðan móti fótbóltsvøllinum til hann varð seldur sum gamalt jarn til Fuglafjarðar. Opna Norðhavið var ein kelda til undran. Fyrst í 1970'unum gingu Bjarni Pettersen og eg við bandupptakara í hvørjum gili og fangaðu suð og afturljóð frá Tippisrættini og eystur undir Krúp. Tað var um sama mundi, sum Let it Be kom út. Ljóði av Mølini vigaði eins tungt og Across the Universe.
 


Um várið, tá flytifuglur kemur norðureftir, síggjast altíð svanir niðri á Vatni. Eru teir á landi, er tað ofta á Svananesi. Men í hesum føri dámdu teim best inni í Múlavík, har Norrøna Felagið á Eiði hevur reist ein stein við talvu, har teir norðurlendsku svanarnir eru prikkar, einsini tey sjálvstýrandi økini. Tað er sjáldsamt. Og í somu løtu komu fimm svanir flúgvandi framvið. Tveir á vatninum og fimm í luftini. Tað havi eg ikki sæð fyrr. Heimanfyri Siglivík og Skorakanalina, í Hólmanum, sigst onkur fuglur vera. Ongantíð sá eg hann, hvørki nú ella tá.


Eftir túrin norðuri á Eiði, steðgaðu vit við brúnna um Streymin og fór inn á Kafé-Inn at fáa ein bita. Tað bleiv til ein hotdog, kips og Hawaii. Eftir máltíðina mátti eg keypa tannbust og busta tenn. Einki smakkar sum fyrr.