12.5.11

Ársins íslendski filmur í Havnar Bio

Havið gevur, havið tekur soleiðis stendur á plakatini fyri ársins film í Íslandi, ‘Brim’. Ikki ókend orð her heima. 

Filmurin, ið er tikin umborð á línubáti, byggir á sjónleik eftir Jón Atla Jónasson, sum varð frumsýndur í Oyggjunum í 2004. Aktuelli filmurin ‘Brim’, sum hin javnaldrandi Árni Ólafur Ásgeirsson leikstjórnar, verður sýndur í Havnar Bio mikukvøldið 18. mai kl 19:30.

Undir sýningini vera leikstjórin Árni Ólafur Ásgeirsson og handritahøvundurin Ottó Geir Borg til staðar og fara at røða um filmin og svara spurningum.

Tað er Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, sum saman við íslendska aðalkonsulinum, Alberti Jónsson, ið skipar fyri filmsýningini. Atgongumerki fáast sum vant á netinum og við diskin í Havnar Bio undan sýning.

Nýggi íslendski filmurin ‘Brim’ er síðsti filmur í várhálvuni hjá Klipp. Meir kann lesast um film her: http://zikzak.is/brim/ Tá ársins filmur, 'Brim', varð kosin í Íslandi 19. februar í ár, vóru eisini hesir filmar og filmsfólk kosin:

Kvikmynd ársins: Brim.
Leikstjóri ársins: Dagur Kári, fyrir The Good Heart
Leikari í aðalhlutverki: Ólafur Darri Ólafsson, fyrir Rokland.
Leikkona í aðalhlutverki: Nína Dögg Filippusdóttir, fyrir Brim.
Leikari í aukahlutverki: Þorsteinn Bachmann fyrir Óróa.
Leikkona í aukahlutverki: Elma Lísa Gunnarsdóttir fyrir Rokland.

Heimildarmynd ársins: Fálkasaga.
Kvikmyndataka ársins: G. Magni Ágústsson fyrir Brim.
Klipping ársins: Valdís Óskarsdóttir, Eva Lind Höskuldsdóttir fyrir Brim.
Gervi ársins: Ásta Hafþórsdóttir og Stefán Jörgen Ásgeirsson fyrir The Good Heart.

Búningar ársins: Helga Rós V. Hannam fyrir The Good Heart.
Leikmynd ársins. Hálfdán Pedersen fyrir The Good Heart.
Stuttmynd ársins: Clean, Númer 9. ehf.

Tónlist ársins: Slow Blow fyrir Brim.
Hljóð ársins: Ingvar Lundberg og Kjartan Kjartansson fyrir Brim.
Handrit ársins: Dagur Kári, The Good Heart.
Leikið sjónvarpsefni ársins: Réttur II, Saga film fyrir Stöð 2.
Frétta- eða viðtalsþáttur ársins: Landinn.

Menningar- eða lífsstílsþáttur ársins: Fagur fiskur, sem Saga film framleiddi fyrir Ríkisútvarpið.
Barnaefni ársins: Stundin okkar í Sjónvarpinu.
Sjónvarpsmaður ársins: Gísli Einarsson.
Skemmtiþáttur ársins: Spaugstofan sem Saga film framleiddi.

Þóra Arnórsdóttir var síðan valin vinsælasti sjónvarpsmaðurinn í símakosningu.

Í Føroyum eru fyrireikararnir handan Klipp væl nøgdir við undirtøkuna hetta fyrsta skeiðið. Útselt hevur verið til onkra sýning, so neyðugt hevur verið at skipa fyri eykasýningum. Tað hevur ikki verið vanligt, tá talan er um norðurlendskan film, sum ikki verður sýndur so ofta her heima. Hetta hevur styrkt um hugsjónina handan Klipp, sum júst er at vísa aktuellan norðurlendskan film.

Í heysthálvuni er ætlanin at vísa enn fleiri nýggjar norðurlendskar filmar, mikukvøld í Havnar Bio.

Fyrireikararnir arbeiða við at fáa nýggjastu og mest umrøddu norðurlendsku filmar á skránna, millum annað teir báðar donsku, sum eru í høvuðskappingini á filmstevnuni í Cannes.

Væl møtt til norðurlendskan film hjá Klipp, Filmsfelag Norðurlandahúsins, mikukvøld í Havnar Bio.

-Klipp-