16.5.11

Aserbadjan er ikki í Evropa


Dagsins kjakevni er, hvørt Aserbadjan, sum vann Grand Prix kappingina leygarkvøldið, er í Evropa ella ikki. Hóast heitið, sum veruliga er Eurovision Song Contest, so er kappingin ikki knýtt at Evropa, men er opin fyri øllum, sum eru limir í og innanfyri sendiøkið hjá European Broadcasting Union, sum stílar fyri kappingini.

Ísrael hevur luttikið og vunnið, Marokko hevur verið við og onnur lond í Afrika og Miðeysturi søkja um limaskap. Hugsast kann eisini, at Irak kann vera við í Grand Prix kappingini, ynskja tey tað.

Hinvegin er limaskapur í EBU og øðrum evropeiskum skipanum eitt greitt ynski um at gerast meiri hugsjónarligir partar av Evropa, kanska serliga hjá Eysturevropeiskum londum og fyrrverandi Sovjettlondunum í Kaukasus. Landafrøðiliga eru hesi síðst nevndu londini í Asia og ikki í Evropa.

Men so kemur fram Evrasia, sum er alt Evropa og alt Asia. Har er Aserbadjan, í Evrasia. Tað sigur Wikipedia. Men nú var tað ikki akkurát tað, eg spurdi um. Í síðsta enda kunnu vit jú eisini siga, at Aserbadjan er í Verðini, er í Heiminum. Tað eru vit eisini. Men vit, sum dáma at seta mørk, mugu hava eitt støði at ganga út frá.

Tí havi eg í dag spurt kortastjóran hjá forlagnum Harper Collins, Keith Moore, sum Nám samstarvar við um nýtt atlas, um Aserbadjan er í Evropa, nú tey vunnu Eurovision Song Contest.

Uttan at himprast, svarar Keith soleiðis:

- Azerbaijan is definitely NOT in Europe. It is part of Asia. The Asian/European boundary through the Caucasus follows the international boundary between Russian Federation (North) and Georgia and Azerbaijan (South). Some people however do argue that the real European/Asian at the point should follow the peak line of the Caucasus themselves (ie, joining up all of the peaks in a line). If you did this then the North Eastern part of Azerbaijan would just sneak into Europe, but I don't know any mapmakers who follow this tradition.


Keith Moore, kortastjóri hjá Harper Collins, við atlasum á ukrainskum og grikskum máli (Myndir: Birgir Kruse)

- By the way, the argument for Azerbaijan not being allowed in the Eurovision, also applies to Georgia, Armenia (even further from the border than Azerbaijan) and Israel (former winner who is even further away again...) Apparently the reason these countries are allowed to compete is because they are all covered by the European Broadcasting Union, who state their geographical area as being the European Broadcasting Area, which has an eastern boundary along the longitudinal line 40 degrees East, and southern boundary is along the latitudinal line 40 degrees North - which means in actual fact Iraq could enter the competition if they wanted to!

So skuldi tað verið greitt!